Fyrst í juni opnar nýggj matstova í Vági, Matstovan Garðslon, sum heldur til á Vágsvegi 114.
Ingun Poulsen, sum letur upp matstovuna Garðslon, sigur, at møguleiki verður at njóta ein góðan bita inni á matstovuni ella keypa út við. Eisini koma vit at gera mat til føðingardagar, brúdleyp, konfirmatiónir ella aðrar merkisdagar, sigur Ingun.
Í næstu viku koma vit at lýsa nærri við upplatingartíðum og matskrá, sigur Ingun, og leggur afturat, at fólk kunnu altíð ringja, um tað hava fyrispurningar ella okkurt, sum tey ivast í.
Matstovan Garðslon heldur sum nevnt til á Vágsvegi 114 (tað er beint yvirav Handlinum á Gørðunum) og hevur tlf. 590995.
Facebook viðmerkingar