Leygarkvøldið skal TB spæla ímóti EB/Streymi við Margáir.
Nú 3. umfar er á skránni eru tað trý lið, sum ikki hava vunnið nakað stig og eru tey Skála, TB, og EB/Streymur. So greitt er, at bæði EB/Streymur og TB fara at leggja nógv uppfyri í dag fyri at fáa 3 stig til hølvdar.
Í mun til undanfarna umfar er TB uttan Sebastian Kroner, sum fekk reytt kort ímóti KÍ. Og málverjin Frederik Mehder er úti við skaða eftir heilaskjálvta ímóti KÍ. TB venjarin fekk somuleiðis reytt kort ímóti KÍ, so hann verður ikki á bonkinum hjá TB í dag.
Dysturin við Margáir byrjar kl. 18.
Facebook viðmerkingar