Summarstørv hjá SEV í 2020

Nú summarfrítíðin nærkast, hevur SEV tørv á eldhugaðum lesandi og/ella skúlanæmingum

HR

​til summarstørv á hesum deildum okkara kring landið:

Norðuroyggjar

Verkið á Strond í Klaksvík – tvey arbeiðsfólk skjótast gjørligt – 17. juli.

Søkt verður eftir tveimum fólkum til at sláa gras og annað uttandura arbeiði, so sum at rudda, mála og taka ókrút burtur. Umsøkjarar skulu vera minst 17 ár og skulu helst búgva í norðoyggjum.

Suðurstreymoy
Tórshavn – eitt starvsfólk til móttøkuna/skuldarbókhaldið sum skjótast – 14. aug.
Okkum tørvar ein persón, ið er fyrikomandi, tá viðskiftafólk okkara koma á gátt, ringja ella senda fyrispurningar umvegis teldupost. Viðkomandi skal eisini hjálpa til í skuldarbókhaldinum, ið er partur av móttøkuni.
Vit ímynda okkum, at viðkomandi er í holt við eina útbúgving innan t.d. roknskap.

Tórshavn – eitt hjálparfólk til menningardeildina frá 1. juli – 31. juli.
Søkt verður eftir einum persóni, ið kann arbeiða sjálvstøðugt við forritinum Matlab. Tað kann vera ein lesandi, og fyrimunur er, um tað er innan el ella orku. Viðkomandi skal fyrst og fremst arbeiða við at viðgera stór dataset í Matlab.

Suðuroy
Rakstrarøkið Suðuroy – tvey arbeiðsfólk frá 1. juli – 31. juli.
Søkt verður eftir tveimum arbeiðsfólkum til at taka linju/pelar niður. Ynskiligt er, at umsøkjarar eru í minsta lagi 18 ár og hava koyrikort.



Talan er um ymiskar uppgávur í avmarkað tíðarskeið. Tískil er umráðandi, at tú í umsóknini ger vart við, hvørjum starvi, tú ert áhugað/ur í.

Vit ímynda okkum, at tú ert ágrýtin, møtir væl upp, og at tú spyr einaferð ov nógv, heldur enn einaferð ov lítið. Sjálvandi ert tú arbeiðssom/arbeiðssamur og fer væl um. Eisini leggja vit dent á, at tú dugur væl at ansa eftir tær sjálvari/um og tínum starvsfelagum. Trygdin skal altíð vera fremst í huganum – hjá øllum starvsfólkum okkara.

Vinarliga gev gætur, at kemur tú til Føroya úr øðrum londum, skalt tú, vegna Koronafyribyrging, hava verið í 14 daga heimauppihaldi, áðrenn tú kanst koma til arbeiðis hjá SEV.



Umsóknarfreistin er fríggjadagin, 5. juni. Viðmerk “summarstarv” – og hvat starv talan er um.
Summarstørvini eru tímalønt eftir sáttmálanum millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag.


Umsóknin skal sendast tilstarv@sev.fo
Stílað: Bergtóra Høgnadóttir, HR-leiðari

SEV tryggjar føroyska samfelagnum støðugan streym alt samdøgrið. 170 ársverk eru í starvi hjá elfelagnum undir virðisorðunum: samstarv, eldhugi og virðing. Ágrýtni starvsfólkahópurin ber hvønn dag SEV framá í týðandi leiklutinum sum samfelagsins lívæðr. Elfelagið strembar áhaldandi eftir at fáa sum mest av elframleiðsluni burtur úr varandi orkukeldum sum vatni og vindi. SEV er fólksins ogn – allar kommunurnar í Føroyum eiga SEV, ið var stovnað 1. oktober 1946.

Facebook viðmerkingar