Tann 20. mai í ár hevði undirritaði ein munnligan fyrispurning í Løgtinginum um virksemið i grótbrotinum í Porkeri. Landstýrismaðurin svaraði, at hann visti onki um, at virksemið í grótbrotinum í Porkeri skuldi avmarkast til lítið og onki. Síðani er niðurlagingin av virkseminum byrjað. Longu annan dagin eftir at landsstýrismaðurin svaraði, at hann onki visti, bleiv byrjað at taka niður anleggið á keiini í Porkeri, sum í mong ár hevur verið nýtt í samband við grótflutning úr Suðuroynni.
Nú sæst í frágreiðingini Landsverk – avbjóðingar og átøk, at virksemið í grótbrotinum skal avviklast til lítið og onki. Hetta sjálvt um útgerð fyri fáum árum síðan bleiv keypt, so at grótbrotið í Porkeri kundi knúsa allan tann skerv og grót, sum brúk er fyri í Føroyum. Merkiligt nokk velur mann at niðurlaga verksemið í Porkeri, sjálvt um mann alla tíðina hevur fingið at vita, at góðskan av grótinum í Porkeri er serliga góð og væl egnað til tað mesta, sum er brúk fyri i Føroyum. Tá man okkurt ár er farin upp um 200.000 tons av innfluttum tilfari, kundi tað hugsast at verið skilabetri at útvegað hesi mongu tons úr Føroyum heldur enn úr Noreg.
1. Hvussu kundi tað bera til, at landsstýrismaðurin 20. mai onki kendi til niðurlagingina av virkseminum í Porkeri, sjálvt um stóru broytingarnar longu tá vóru í gerð?
2. Hvør er orsøkin til, at mann bara niðurlagar tað eina av trimum grótbrotum í Føroyum, tá mann samtíðis fær at vita, at grótið í grótbrotinum í Porkeri er sera væl egnað til nógv ymiskt brúk í Føroyum.
3. Tá man okkurt ár er farin uppum 200.000 tons av innfluttum tilfari, er tá ikki neyðugt at hyggja eftir, um hesi mongu tons ikki kundi verið útvegað úr Føroyum heldur enn úr Noreg?
Henrik Old
Facebook viðmerkingar