Fiskimenn, útróðrarmenn og verkafólkafjøldin í Føroyum hava í meira enn eina øld barst fyri at vunnið Føroyum fleiri fiskirættindi og rættin til okkara egna hav.
Og tað var Tjóðveldisflokkurin, ið sum einasti politiski flokkur við formanninum, Erlendi Patursson, á odda, stríddíst fyri at fáa fiskimarkið flutt. Fyrst út á 12 fjórðingar í 1964. Og síðani út á 200 fjórðingar í 1977.
Harvið fingu vit ræðið á meira enn 275.000 ferkilometrum av ríkum sjógvi í miðjum Norðuratlantshavi. Tí eru vit í dag heimsíns ríkasta tjóð við livandi náttúrutilfeingi.
Til vit vunnu hendan rættin, fiskaðu útlendingar inn í klettin í Føroyum. Hóast krøv frá føroyskum fiski- og útróðrarmonnum og frá Tjóðveldisflokkinum, arbeiddi Danmark ímóti, at føroyska fiskimarkið varð flutt út. Tí Danmark hevði handilsavtalu við Bretland og gav bretskum trolarum rætt at fiska undir Føroyum afturfyri.
Og í Føroyum vóru nógv ímóti at vinna okkum egið fiskimark og egnan sjógv. ”Har kundu allarhægst nakrir eldri menn í opnum bátum fiska nakrar fáar fiskar”, søgdu sambandsmenn. ”Vit fóru at missa rættin at fiska aðrastaðni, og tí skuldi fiskimarkið ikki út”, søgdu fólkafloksmenn og størstu reiðararnir.
Men fiski- og útróðrarmenn hildu á at berjast fyri egnum sjógvi og fiskimarki. Og saman við fakfeløgum og Tjóðveldisflokkinum varð kravið sett fram aftur og aftur. Tí sluppu útlendingar ikki longur at fiska frítt undir Føroyum og fáa allan vinningin.
Men samgongan ætlar nú, at alt hetta stríð skal fara fyri skeytið. Nú hava tey lagt lóg fram, har hesi hart vunnu rættindi skulu latast nøkrum fáum privatum reiðaríum fyri onki, og tað skal standa teimum frítt at selja hesi rættindi víðari dagin eftir – enntá til útlendingar.
Hetta eru virði fyri milliardir, sum kunnu seljast og spekulerast millum privat, uttan at tey sum fáa vinningin nakrantíð hava sett sín fót á eitt skipsdekk ella skapt nakað virði úr fiskinum.
Fiskimenn, útróðrarmenn og verkafólk fara onki at fáa burturúr, tá alt verður selt, men teirra arbeiðspláss kunnu hvønn dag verða seld undan teimum.
Meðan samgongan gevur einum landsstýrismanni heimild at býta fiskirættindi út eftir egnum høvdi, ið kunnu seljast víðari dagin eftir, standa útróðrarmenn, fiskimenn og verkafólk eftir við ongum. Tey, sum vunnu okkum rættindini og sum skapa virðini.
Hetta er tað, sum gongur fyri seg, meðan samgongan tosar um tryggar karmar og letst at hugsa um fiskimannin.
Tjóðveldi
Facebook viðmerkingar