Tað stóra ránið av fólksins dýrastu ogn
- Meðan landsstýrið krevur hógv og afturhald frá vanliga løntakarunum í Føroyum. Og samfelagssinni og samanhald frá øllum fólkinum undir koronastongslinum…
- So trumla tey uppskot ígjøgnum Løgtingið, sum lata alt á víðan vegg til tey fáu at spekulera við fólksins ogn – eisini til útlendingar.
- Samgongan hevur bara í ár latið fimm teimum størstu reiðaríunum virðir afturat fyri 500 mió. um árið.
- Tað kundi fíggjað ein skattalætta til øll lág- og miðallønt í Føroyum uppá 5000 krónur um mánaðin.
- Og tingmenn fremja lóggivna korrupsjón við at gera serstakar lógargreinar til feløg og einstaklingar, ið standa teimum nær. Í hesi grein verða tveir teirra nevndir við navni og dømum.
Tá ið hugsjónir, virðir og moralur fyri tjóð og fólk verða kveistrað burtur av politiska pallinum, er bert grammleikin, egingirndin og valdið hjá tí sterkasta og frekasta eftir. Og alt rotnar innanífrá.
Ongantíð hevur tað verið so eyðsýnt, sum beint nú. Um allan heim. Og á Føroya Løgtingi.
Vit eru í einum moralskum, politiskum og fólkaræðisligum forfalli.
Frumskógarlóg og fólkaræði
Fólkaræði er ikki sum ein frumskógarlóg, har tann sterkasti og ríkasti vinnur, og tekur alt til sín og síni, ið takast kann. Men tvørturímóti skal eitt fólkaræði og eitt rættarsamfelag byggjast á at verja tey veikastu og tey, ið ikki hava fingið framíhjárættindi – og at verja minnilutar móti valdinum hjá meirilutanum.
Men eg hoyri fleiri og fleiri siga: ”Júmen ha,ha,ha! Tit taptu valið og nú kunnu tríggir flokkar, sum hava meirilutan bara háa tykkum og teir kunnu gera júst teimum lystir við alla lóg, allan rætt og øll landsins virðir. Tit eru í skammikróki – og vøi, vøi, vøi!”
Hetta er tað, ið vit læra okkara uppvaksandi ættarlið. Og avleiðingarnar eru ófatiligar. Hetta brýtur niður virðir, ið tað hevur tikið øldir at byggja upp.
Fyrsta stóra ránið
Fýra nætur fyri jól í 2019 varð lóg um sjófeingi samtykt á løgtingi.
Talan var um lóggávu so grova til frama fyri einstakar fyritøkur, einstaklingar og útlendingar í føroyskari fiskivinnu, at hon ikki hevur sæð sín líka í nýggjari politiskari søgu í Føroyum. Henda lóggáva rullaði tíðina langt afturum 2007, tá ið øll fiskirættindi vórðu uppsøgd, og gav nøkrum fáum reiðaríum fullkomin framíhjárættindi til tey ómetaligu virðini av tí livandi fiskiríkidømi, sum náttúran skapar í føroyskum sjógvi.
Lógin ásetti, at útlendingar – sum annars vóru lóggivnir út úr ognarskapi í føroyskum fiskiveiðirættindum – nú kunnu keypa seg inn í einhvørji fiskirættindi og feløg komandi 12 árini. Og kunnu leggja óteljandi sakir móti landinum, tá ið vit fara at broyta tað aftur.
Frá tí at lógin fekk gildi 1. januar 2020, vóru fyrstu avleiðingarnar m.a. hesar:
- Av norðhavssild, makreli og svartkjafti fingu tey fýra størstu reiðaríini afturat minst 400-500 mió. árliga í fyrstahondsvirði. Sum 12 ára loyvi er talan um 6 milliardir krónur. Hetta kundi fíggjað lág- og miðalløntum ein skattalætta fyri 5.000 kr. um mánaðin.
- Trý reiðarí í Barentshavinum fingu minst 80 mió. kr. árliga í fyrstahondsvirði av botnfiski afturat. Lógin ásetti hartil, at tá ið Føroyar samráða seg fram til hækkaða kvotu í Barentshavinum, fer øll hækkingin til somu reiðarí. Sum 12 ára loyvi, er talan um minst eina milliard krónur. Hækkar kvotan, er talan um mangt slíkt.
- Uppboðssølan varð avtikin, og kvoturnar latnar aftur til tey stóru reiðaríini og annars til landsstýrismannin at ráða yvir. Hesar hava eitt fyrstahondsvirði á minst 8-10 milliardir komandi 12 árini.
- Millum aðru og triðju viðgerð varð samtykt, at landsstýrismaðurin skuldi býta út millum 5000 og 6000 tons av makreli árliga til reiðarí í einum skipabólki – línuskipum – har størstu reiðaríini eiga meginpartin av feløgunum. Hesin bólkur kappast m.a. við útróðrarflotan, sum er fyri grovum vanbýti í øllum rættindum og møguleikum at virka.
- Seinastu 10 árini hevur landið útvegað heilt nýtt tilfeingi av makreli, norðhavssild og svartkjafti í 2019 tølum á 173.000 tons. Eitt fyrstahondsvirði á minst 1,2 mia, árliga. Hetta eru nýggj fiskirættindi og virðir, ið ongin hevði havt atgongd til áður. Í lógini hjá undanfarnu samgongu, skuldu hesi rættindi bjóðast út.
- Tey størstu reiðaríini, sum vóru hart ímóti, at landið útvegaði hesi rættindi við politiskum stríði á altjóða pallinum – ja, tey hava nú fingið nærum øll hesi rættindi og virðir í sín part.
Vinnan verður á ongan hátt viðgjørd líka
Samanumtikið hevur Løgtingið samtykt og góðtikið lóggávu, sum als ikki gevur borgarunum og vinnurekandi í landinum somu rættindi ella treytir. Hetta er lóggáva beinleiðis til frama fyri einstøk feløg og einstaklingar – uttan kappingarmøguleikar hjá øðrum, ella nøkrum vinnuligum reglum yvirhøvur.
Hetta fer at skapa eitt fámannaveldi í Føroyum, har landsins og fólksins virðir og ognir verða savnað á so fáum hondum, at neyvan nakað samfelag í heiminum kann samanberast við slíka miðsavning av ognunum í mun til búskapin og fólkatalið.
Og ongin onnur vinna ella borgari hava nakran kjans at standa upp ímóti peningavaldinum hjá teimum størstu feløgunum. Ongin kann nýta sítt talufrælsi uttan at vera í vanda fyri avleiðingum fyri sítt virki og sítt inntøkugrundarlag í samfelagnum.
Tað næsta stigið í ráninum av fólksins ogn
Næsta stigið í hesum ráni av fólksins ogn, eru uppskotini, sum nú verða skrumblað ígjøgnum Løgtingið. Mitt undir korona – har annars 20 onnur uppskot í semju vórðu útsett til eftir ólavsøku, hevur landsstýrið lagt hesi uppskot fram, tveir mánaðir eftir seinastu tíðarfreist at leggja uppskot fram. Ongin almenn viðgerð og ongin upplýsing hevur verið um tað, ið gongur fyri seg.
Larmandi tøgn í fjølmiðlunum. Serliga í mun til ta ógvusligu propagandu frá nøkrum stórreiðarum og frá manningarfeløgum undir seinastu samgongu, ið ljómaði og dunaði uttan nakran mótspurning hvønn einasta dag í útvarpi, sjónvarpi og talgildum miðlum.
Uppskotini, ið samgongan fer at samtykkja í dag, siga:
- At øll fiskirættindi skulu kunna keypa og seljast endaliga privat millum tey, ið hava fingið rættindini frá landinum.
- Landsstýrismaðurin skal fáa heimild at býta út kvotur og rættindi eftir egnum høvdi, umleggja tey til varandi rættindi hjá feløgum og einstaklingum. Og tey kunnu selja tey víðari dagin eftir fyri hundraðtals milliónaupphæddir ella milliardaupphæddir. Eisini til útlendingar.
- Fiskirættindi kunnu seljast í bitum og fyri skiftandi tíðarskeið og endaliga. Reiðarí kunnu virka sum privatar uppboðssølur hvønn dag.
- Talan er yvir 12 ár um eitt fyrstahondsvirði uppá minst 30-35 milliardir krónur, ið kann spekulerast og keypast og seljast privat komandi árini.
- Hesi ovurstóru virði kunnu arvast í familjunum, og kunnu seljast við kassa 1 dagin eftir – av fólki, ið kanska ongantíð hava sett sín fót á eitt skipsdekk ella framleitt eitt einasta virði í fiskivinnuni.
- Veiðiloyvi skulu nú aftur leggjast á skip, og bert tey, ið hava veiðiloyvi kunnu virka í fiskivinnuni. Men øll fiskirættindi kunnu seljast úr felagnum. Frameftir kann so veiðiloyvið sjálvt seljast sum eitt atgongumerki at koma inn í fiskivinnuna – hóast onki virði er skapt og ongi rættindi eru eftir í feløgunum.
Singulér lóggáva
Í hesum uppskoti verður aftur lóggivið beinleiðis við singulerari lóggávu til úrvald og einstøk reiðarí, ið standa tingmonnum í samgonguni nær:
- Fiskidagar verða tiknir beinleiðis frá útróðarbátunum í bólki 4 til eitt einstakt línuskipareiðarí í bólki 3.
- Bólkur 4T (smáu trolararnir) fáa knappliga eitt stórt tal av eyka døgum umframt tað, ið verður tikið frá húkaflotanum í bólki 4. Ongin grundgeving – og fiskidagaskipanin fer av lagi.
- Tey reiðaríini, ið keyptu langtíðarrættindi av norðhavssild á uppboðssølu í 2018 og 2019 – og vunnu kappingina ímóti øðrum – skulu nú av órannsakiligum orøkum við lóg fáa eina hækking í teimum kvotum tey keyptu – fyri eitt minni gjald. Her verða við einum pennastroki 8-10 mió. afturat um árið (t.e. 100- 120 mió. kr. yvir 12 ár) lóggivnar beint niður til trý navngivin feløg – nevniliga Varðan, Framherja og P/F Næraberg.
Lóggivin korrupsjón og lóggivin stuldur
Vit minnast áttatiárini í Føroyum, har alt fór av lagi við skipanum, ið vóru grov samanvevjing av politikarum og vinnulívi, og har spekulantarnir vundu alt virði burtur úr samfelagnum, ið kundu kroystast. Landið fór á heysin. Vanligi skattaborgarin fekk alla rokningina.
Tá var tað í fyrisitingini og í vantandi lóggávu og eftirliti, at rossahandlarnir og valdsspælini fóru fram.
Men her í 2020 er tað fyrstu ferð nakrantíð, at Føroya Løgting við lóg hevur samtykt lógargreinar, ið beinleiðis bara eru orðaðar til at geva framíhjarættindi landsins virði til einstøk vinnufeløg í Føroyum. Her er ongin grundgeving, ongin saklig meting og ongar generellar reglur.
Hetta er tað, ið verður rópt ”singuler lóggáva”, sum í øllum framkomnum rættarsamfeløgum als ikki kann koma fyri. Tá traðka dómstólar inn og steðga tí.
Men tað fer so fram í Føroyum í 2020. Hetta eru rættindi og virðir, ið verða tikin frá øðrum við lóg. Tí kunnu vit tosa um lóggivna korrupsjón og lóggivnan stuldur frá øðrum í vinnuni og frá øllum Føroya fólki og komandi ættarliðum.
Hetta er orsøkin til, at eg havi sagt, at talan er um lóggivna korrupsjón hjá tingmonnum – og tað kann eg grundgeva fyri og prógva til eina og hvørja tíð.
Tvey ítøkilig dømi
Eg skal nevna tvey ítøkilig dømi. Við broytingunum í sjófeingislógini á jólum og broytingunum nú mitt í koronatíðini, hava hesir báðir tingmenninir úr Fólkaflokkinum lóggivið soleiðis til tey feløg og persónar, ið standa teimum nær – antin í familju ella egnum starvi:
Jákup Mikkelsen í Klaksvík hevur við beinleiðis lógarásetingum lóggivið virðir fyri minst 80-100 mió. kr. um árið afturat til feløg, sum svágur hansara, Hanus Hansen, eigur saman við hollendskum eigarum. Yvir 12 ár er talan um virðir fyri 900 mió. til 1,2 milliardir krónur – sum teir nú sleppa at keypa og selja frítt við lóggávuni hjá teimum sjálvum.
Christian Andreasen hevur við beinleiðis lógarásetingum lóggivið virðir fyri minst 20-30 mió. kr. um árið til felag, ið hann bæði er advokatur hjá, og sum eigur 50% av felagnum SMS, har hann er nevndarformaður. Yvir 12 ár er talan um virðir fyri minst 240-360 mió. kr. – sum teir nú sleppa at selja og keypa frítt við lóggávuni hjá teimum sjálvum.
Eg skal fegin geva onnur dømi, har aðrir tingmenn í samgonguni lóggeva á sama hátt.
Bara hvør einstakur okkara kann steðga hesum
Hetta rotið í politiska fólkaræðinum í Føroyum, ið ikki hevur sæð sín líka áður, kann bert steðgast, um fólk í Føroyum lata sína rødd hoyra og gera greitt, at tey ikki finna seg í hesum. Uttan mun til, hvønn partapolitiskan lit, ið fólk annars meta seg hava.
Sigið frá alment. Meldið tykkum inn í ein politiskan flokk, eitt felag ella eina rørslu.
Gerið vart við, at tit vilja hava fólkaræði og javnrættindi í Føroyum!
Hetta fer at fáa ómetaligar avleiðingar fyri rættin at virka og liva við sømd hjá øllum fólki í Føroyum í alla framtíð og hjá ókomnum ættarliðum.
Facebook viðmerkingar