Vágs kommuna: Vikuskiftið 3.- 5. juli verður Føroyameistarastevnan og Juniormeistarstevnan 2020 á langgeil í Páls Høll í Vági. Hetta merkir eisini, at Páls Høll er stongd nevndu dagar. Svimjisamband Føroya hevur í samband við FM og JM í svimjing eisini leigað Marghøllina, sum sostatt eisini verður stongd nevndu dagar.
Fitness verður opið sum vanligt, inngongd í úthurð eystureftir.
Hesa vikuna er Páls Høll opin sum vanligt til og við tórsdagin 2. juli. Eftir vikuskiftið er Páls Høll opin sum vanligt frá mánadegnum 6. juli.
Facebook viðmerkingar