Henrik Old spyr um grótbrotið í Porkeri

Fyrispurningur um virksemið í grótbrotinum í Porkeri, settur landsstýrismanninum í fíggjarmálum, Jørgen Niclasen (at svara skrivliga eftir TS § 52a)

  1. Hvussu kundi tað bera til, at landsstýrismaðurin 20. mai onki kendi til niðurlagingina av virkseminum í Porkeri, sjálvt um stóru broytingarnar longu tá vóru í gerð?
  2. Hvør er orsøkin til, at mann bara niðurlagar tað eina av trimum grótbrotum í Føroyum, tá mann samtíðis fær at vita, at grótið í grótbrotinum í Porkeri er sera væl egnað til nógv ymiskt brúk í Føroyum?
  3. Tá mannokkurt ár er farin uppum 200.000 tons av innfluttum tilfari, er tá ikki neyðugt at hyggja eftir, um hesi mongu tons ikki kundi verið útvegað úr Føroyum heldur enn úr Noregi?

Viðmerkingar:

Tann 20. mai í ár hevði undirritaði ein munnligan fyrispurning í Løgtinginum um virksemið i grótbrotinum í Porkeri. Landsstýrismaðurin svaraði, at hann visti onki um, at virksemið í grótbrotinumí Porkeri skuldi avmarkast til lítið og onki. Síðani er niðurlagingin av virkseminum byrjað.

Longu annan dagin eftir, at landsstýrismaðurin svaraði, at hann onki visti, bleiv byrjað at taka niður anleggið á keiini í Porkeri, sum í mong ár hevur verið nýttí sambandivið grótflutning úr Suðuroynni.

Nú sæst í frágreiðingini Landsverk -avbjóðingar og átøk, at virksemið í grótbrotinum skal avviklast til lítið og onki. Hetta sjálvt um útgerð fyri fáum árum síðan bleiv keypt, so at grótbrotið í Porkeri kundi knúsa allan tann skerv og grót, sum brúk er fyri í Føroyum. Merkiligt nokk velur mann at niðurlaga verksemið í Porkeri, sjálvt um mann alla tíðina hevur fingið at vita, at góðskan av grótinum í Porkeri er serliga góð og væl egnað til tað mesta, sum brúk er fyri í Føroyum. Tá mann okkurt ár er farin upp um 200.000 tons av innfluttum tilfari, kundi tað hugsast at verið skilabetri at útvegað hesi mongu tons úr Føroyum heldur enn úr Noregi.

Tí hesir spurningar til landsstýrismannin.

Á Løgtingi, 12. juni 2020
Henrik Old

Svar:
Landsstýrismaðurin hevur bíðað eftir frágreiðingini frá stjóranum á Landsverki um, hvussu hann mælir til, at Landsverkí framtíðini skal virkað.

10. juni kom frágreiðingin. Í henni verður um skerv og grótframleiðslu m.a. sagt: “Framleiðslan av gróti og skervi fer til vanliga privatbrúkara og -virki, umframtymsar verkætlanir kring landiðog ikki til stórar anleggsverkætlanir, har arbeiðstakarar vanliga sjálvir veita sær neyðuga tilfeingið. Sum dømi kann nevnast útbygging av Tórshavnar Havn, ið fær grót úr Glyvursnesi, tunnilsarbeiði ella størri kommunalar útstykkingar. Hinvegin verðurasfalt framleitt til arbeiði kring alt landið. Framleiðslan hjá Landsverki er eitt sokallað inntøkufíggjað virksemi, og merkir hetta, at allar fastar útreiðslur, herundir útreiðslur til millum annað tólbuna, avskrivingar, maskinur og løn til starvsfólk,verður goldið av teimum inntøkum, ið fáast frá sølu av gróti, skervi og asfalti.”

Víðari stendur,at:
“Framleiðsla av gróti, skervi og asfalti var ein natúrligur partur av virkseminum hjá Landsverki, tá stovnurin var arbeiðstakari á fleiri stórum verkætlanum. Men umráðandi er, at um Landsverk framhaldandi skal reka virksemið, at tað verður so effektivt sum gjørligt, og at man er kappingarførur, eisini í mun til tilfar, ið kemur uttanlands frá.“

Framleiðslan er ikki nóg effektiv í dag, m.a. tí at amboðsparkin er ov stór til endamálið, og tí at virksemið ikki hevur verið nóg væl skipað.

Ætlanin er at brúka næstu fýra árini at optimera framleiðsluna við at minka munandi um amboðsparkina, ið fyri ein part er niðurslitin og ótíðarhóskandi. Ætlanin er framhaldandi at hava trý grótbrot –Hundsarabotnur, Hústoft og Porkeri. Tó vil man betra um lønsemið við at niðurleggja grótframleiðsluna til asfalt í Porkeri, tí at til ber at keypa tilfar munandibíligari aðrastaðni. Vanlig grótframleiðsla til verandi nýtslu í Suðuroy heldur tó fram.”

Landsverk hevur aftaná, at frágreiðingin gjørdist almenn, upplýst, at grótið í Porkeri er væl egnað til asfaltsnýtslu. Landsverksigur,at av tí at framleiðslutólini í Hundsarabotni, ið skulu virka tilfarið úr Suðuroy, eru so gomul og niðurslitin, er óvissanum framleiðsluna á verkinum í Hundsarabotni ein av høvuðsorsøkunum til, at stovnurin hevur valt at steðgaframleiðsluni til asfalt í Porkeri fyri fyrst.

Starvsfólkini, sum mannað grótbrotið, arbeiða við øðrum uppgávum í oynni, og útgerðin er enn í Porkeri.

Samlaða nøgdin av gróti úr Porkeri, sum er farintil asfaltframleiðsleiðslu, hevur seinastu árini ligið um eini 30.000 tons árliga.

Landsverkupplýsir, at tey eru farinundir at arbeiða við einari mobilari loysn, sum kann brúkast íøllum grótbrotunum ílandinum.Fyri at framleiðslan kann vera á einum haldbarum og tryggum støði, er neyðugt, at skervverkini hjá Landsverki verða nútímansgjørd, m.a.við at útbyggja verkini til mobiluloysnina. Metta samlaða íløganer umleið 15 mió. kr.

Viðvíkjandi tí innflutta tilfarinum skal havast í huga, atein partur av tilfarinum er ljósur skervur, sum verður tilsettur asfaltinum, m.a. fyri at gera vegin ljósari. Tað kann føroyski skervurin ikki brúkast til.

Landsverk sigur, at ætlanin er framhaldandi at hava trý grótbrot –í Hundsarabotni, á Hústoft og í Porkeri.

Sum tað stendur í viðmerkingunum frá Landsverki, eru avbjóðingar við grótbrotinum í Porkeri. Men eingin ætlan er um at niðurleggja tað. Sum longu nevnt, er øll útgerðin í Porkeri,og ongin er uppsagdur.

Avbjóðingin við framleiðslu í Porkeri til asfaltsframleiðslu er eisini fíggjarlig, nevniliga, at innflutt vøra er bíligari.

Landsstýrismaðurin hevur nú fingið frágreiðingar frá Landsverkiogvil kanna møguleikan,umtað ber tilat finnaeinaloysn,fyri at vit framhaldandi kunnu nýta framleiðslu úr Porkeri til asfaltsframleiðslu.

Tinganes, 26. juni2020
Jørgen Niclasenlandsstýrismaður í fíggjarmálum

Facebook viðmerkingar