FM/JM 2020 í Páls Høll

Hetta vikuskiftið verður Føroyameistarastevnan og Juniormeistarstevnan 2020, á langgeil í Páls Høll í Vági. Luttakaralistin er nú almennur, sum bendir á nógvar spennandi kappingar millum teir 59 svimjararnar, sum hava boðað frá luttøku.

Sjálvt FM verður skipað á vanligan hátt, við innleiðandi riðlum um morgunin og síðani finalum út á seinnapartin. Hartil er JM nú aftur partur av FM, har juniorarnir um morgunin kappast um síni heiðursmerki, samstundis sum tey royna at koma í FM-finalur.

Stevnupartarnir eru:

  1. Fríggjamorgun 3. juli frá kl 09:30 – JM umframt FM innleiðandi
  2. Fríggjadag 3. juli frá kl 17:00 – FM finalur
  3. Leygarmorgun 4. juli frá kl 09:30 – JM umframt FM innleiðandi
  4. Leygardag 4. juli frá kl 17:00 – FM finalur
  5. Sunnumorgun 5. juli frá kl 08:30 – JM umframt FM innleiðandi
  6. Sunnudag 5. juli frá kl 15:00 – FM finalur

Sí annars innbjóðingina til FM/JM 2020.

Eitt sum ger hesa stevnu heilt serliga, er at vit tíverri illa kunnu loyva vanligum áskoðarum inn, vegna galdandi tilmæli til at umganga koronavirus. Her serliga tilmælið um at savna í mesta lagi 100 fólk, við frástøðu á 1 metur millum sitandi og 2 metrar millum aktiv.

Vit royna at finna loysnir, við millum annað at stroyma frá stevnuni, og við at hava leigað Marghøllina afturat. Møguliga ber til at nakrir fáir áskoðarar kunnu standa á balkongini; men runt um sjálvan hylin verða tað bara svimjarar, venjarar, dómarar og hjálparfólk.

Óansæð støðuna við koronu, so er eingin ivi um at vit fara at fáa eina lívliga og spennandi stevnu, nú okkara frægastu svimjarar endiliga kunnu møtast aftur til kapping, aftaná fyrst heimasóttarhaldi og síðani nakrar mánaðar bert við venjing.

Vegna SSF

Facebook viðmerkingar