Droymir tú um at gerast partur av einum spennandi arbeiðsplássi, har tú kann fáa stóra ávirkan á og verða við til at betra um tilboðini og menna nýggj tilboð, so søkir Páls Høll eftir fólki at starvast sum lívbjargari, reingerðar-/avgreiðslufólk.
Starvsuppgávurnar eru m.a.
- At standa fyri trygdini í hylinum sum lívbjargari
- Hava ábyrgdina av dagligu reingerðini í Páls Høll
- Avgreiða kundar og ymiska sølu
- Fáast við ymisk tiltøk, ið verða fyriskipaði í Páls Høll
Sum starvsfólk í Páls Høll verður tú partur av einum toymi, ið stendur fyri trygdini, reingerð og kundarøkt. Arbeiðstíðirnar eru skiftandi dagliga og í vikuskiftinum.
Førleikar tínir
Tú skal duga væl at svimja, kunna standa lívbjargara-royndina, hava telduførleikar og duga at gera reint.
Fyrimunur er, um tú hevur lívbjargara skeið, royndir innan reingerð og/ella royndir innan arbeiði í svimjihøll.
Tú skalt eisini
- vera fyrikomandi
- duga væl at samstarva
- vísa arbeiðssemi og nærlagni
- hava hug og hegni at samskifta og at vegleiða kundum
- kunna arbeiða sjálvstøðugt
Løn og setanartreytir
Talan er um fast starv í 24 tímar um vikuna eftir sáttmála millum Starvsmannafelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya, lønarflokkur 2.
Ynskiligt er at byrja verður í starvinum 1. august 2020 ella skjótast tilber eftir tað.
Umsókn
Skal sendast til vagur@vagur.fo saman við avritum av prógvum, arbeiðsroyndum, viðmælum o.ø í seinasta lagi 17. juli 2020 klokkan 12.
Tú fært meira at vita um starvið við at venda tær til Jens Petur Brattalíð á tlf 285000.
Vágs kommuna
Facebook viðmerkingar