Skulu allar politiskar avgerðir nú gjøgnum kost-nyttu mylluna?

Í Dimmalætting 26. Juni 2020 er greining við yvirskriftini “Suðuroyartunnilin loysir seg ikki búskaparliga”. Greiningin er grundað á samrøðu við Brandur Sjúrðarson, sum hevur skrivað kandidatritgerð um kost-nyttu greining av Sandoyar- og Suðuroyartunlinum, tvs. ein viðgerð av um tað loysir seg búskaparliga at gera Sandoyar- og Suðuroyartunnilin.

Eg skilji væl prinsippi og tankan, og skilji eisini, at talan er um væl úr hondum greidda ritgerð. Men tankin um, at vit í Føroyum hereftir skulu fara undir at gera búskaparligar greiningar av, hvørjar útbyggingar og hvørjar íløgur loysa seg best, gevur eftir mínum tykki lítla meining.

Ein vágbingur, sum mangan tók skemtilig til, segði eina ferð: “Fyrstu fólkini, sum tóku land í Føroyum, skiltu ikki boðskapin. Her vóru ongi fólk, tí tað var ikki meiningin, at fólk skuldu búgva her.

Í einum samfelag, sum er samansett við fleiri enn 100 búsetingum, á ymiskum oyggjum, í ymiskum landslagi og við ymiskar firðir, í 29 kommunum kring alt landið – og vit eru bara 52.500 fólk í Føroyum – so er helst hugsandi at 9 út av 10 størri verkætlanum loysa seg illa búskaparliga, um tær fara gjøgnum kost-nyttu (cost-benefit) mylluna.

Skulu allar politiskar avgerðir í Føroyum gjøgnum eina kost-nyttu myllu; eina myllu, har tað skal gerast upp, hvør íløga loysir seg og og hvør ikki loysir seg, so er neyvan væntandi, at nøkur íløga verður gjørd uttan fyri ringvegin í Havn aftur. Ella kanska loysir tað seg best búskaparliga slett ikki at búgva í Føroyum?!

Við kost-nyttu brillum gav tað búskaparliga neyvan meining at gera tunnilin til Gásadals, at gera vegin til Kirkjubøar ella norður til Múla, at leggja fipurkaðal til Fámjins, at gera útstykkingar í Kalsoynni, bygg nýggj hús í Sumba ella sigla út í Hestoynna. Nýggi Smyril, sum við 15 árum ikki er so nýggjur longur, hevði helst eisini komið út við reyðum tølum í kost-nyttu mylluni; eins og Klaksvíkar Sjúkrahús og Miðnámsskúlin í Suðuroy helst høvdu fallið í einum kost-nyttu roknistykki.

Í greiningini verður eisini komið inn á, at orsøkin til at tað ikki búskaparliga loysir seg at gera Sandoyar- og Suðuroyartunnilin, er, at vit eru so fá fólk í Føroyum. Og kanska er tað nettupp hetta, sum er orsøkin til at tað ikki gevur meining at fara undir at brúka kost-nyttu greiningar sum partur av einum politiskum stýringsamboði í Føroyum?

Seinastu árini eru tað í Vági gjørdar fleiri íløgur, sum neyvan høvdu verið veruleiki, um kost-nyttu greiningar vóru týðandi partur av avgerðargrundarlagnum. 50 m. svimjihylur í Páls Høll, innandura fótbóltsvøllur í Marghøllini, og nýggjur graslíkisvøllur á Eiðinum teljast kanska millum tær stóru íløgurnar, meðan kampingpláss á Eiðinum, vatnrussjibreyt í Páls Høll og klatriveggur í Marghøllini eru dømi um smærri íløgur, sum helst høvdu komið út við einum minus í einari kost-nyttu greining.

Men tað sum ein kost-nyttu greining neyvan hevði “fangað” í samband við hesar íløgurnar er, at tað í Vági (eins og í øllum búsetingum kring landið) eru fólk, sum hugsa nýskapandi, eru kreativ og arbeiða við at útnytta møguleikar, sum koma á leiðini.

Nógvar av íløgunum í Vági seinastu árini eru liður í miðvísar ætlan um at gera upplivingarbúskapin (sum m.a. fevnir um ferðavinnu, upplivingar- og ítróttarskúlar, ítróttar-vinnu os.fr.) til at eitt av týðandi beininum undir lokala búskapinum.

Og sannliga hava íløgurnar eisini ført við sær, at fólk og fyritøkur eru farnar at hugsa og handla í tráð við hetta. Til dømis eru vit í Vágs kommunu farin frá 25-30 songjapláss til ferðafólk í 2013 til 180-200 songjapláss til ferðafólk í dag. -Og Vágur er helst tað staðið í landinum, sum í dag hevur størsta talið av songjaplássum til ferðafólk pr. íbúgva! (hetta hevði neyvan komið fram í einari kost-nyttu rokni-modelli). Í Vági hava vit eisini fingið fleiri nýggjar matstovur og kafe’ir. Nýggjar upplivingar- og ferðavinnufyritøkur eru stovnaðar og so framvegis. Ikki minst, so hevur broytingin ført við sær, at alsamt fleiri fólk velja og hava valt at flyta til Vágs.

Ein kendur sjónleikari segði eina ferð “People say I make strange choices, but they are not strange to me”.

Kost-nyttu greiningar eru grundaðar á roknifrymil, har roynt verður at taka hædd fyri øllum møguligum støðum, tá ein verkætlan ella ein íløga skal greinast í kost-nyttu mylluni. Men kost-nyttu greiningar og frymlar røkka ikki inn í okkum og hvussu vit sum einstaklingar, bólkur, grannaløg og bygdasamfelag handla í ymiskum støðum. Vit, sum einstaklingar ella í bólki, taka jú avgerðir, sum fyri summi tykjast løgnar avgerðir, men fyri okkum geva avgerðirnar meining.

Suðuroyartunnilin er liður í at menna okkara land. Ein liður í tilvitaðum valum um, at vit føroyafólk ynskja at skipa okkara land eftir ávísum leistum. Og tey tilvitaði valinum kosta altíð, men geva og ríka eisini um samfelagið og um fólkið, sum her býr – við ella uttan kost-nyttu.

Dennis Holm

Facebook viðmerkingar