Vitja 5 fjallatoppar og vinn

ÍSF og Fólkaheilsuráðið fara nú undir nýggja avbjóðing fyri  at fáa føroyingar at røra seg, í allan juli mánaða kunnu føroyingar vitja fjallatoppar og luttaka í kappingini um eitt vikuskifti í Mykinesi, sum endar við eini rundferð kring Føroyar við tyrluni.

Rørsla í Føroyum er kapping fyri familjur, bindiklubbar, vinfólk, starvsfelagar og aðrar bólkar.

Átakið verður avgreitt í samstarvi við Sona og Pól Sundskarð.

Kekkið inn á Sona appini

Fyri at vera við í kappingini, skulu tit vitja fimm ymiskar fjalltoppar í juli og skráseta túrin á Sona appini.

Fyri at skráseta er neyðugt, at tú ert innritað/ur á Sona og hevur lokalitet tendrað á telefonini. Tað er umráðandi, at tú kekkar inni á Sona appini.

Øll, ið hava kekkað inn í  juii, eru við í einum lutakasti um 5.000 kr. til at ferðast í egnum landi, og tey sum vitja 5 fjallatoppar eru við í kappingini um stóra høvuðsvinningin, ið verður latin í august.

Enn ber eisini til at ganga 5 bygdagøtur og kekka inn fyri at vera við í kappingini.

Fjallatúrarnir og bygdagøturnar eru allar vístar á heimasíðuni http://pol.fo

Høvuðsvinningurin

Høvuðsvinningurin er eitt vikuskifti í Mykinesi fyri fimm fólk, við øllum íroknaðum.

Tit flúgva við tyrluni úr Vágum fríggjadagin 7. august, og lenda í Mykinesi, har tit búgva í hugnaligu á Lonini Guesthouse, har Oda frá GoLocal fer at vera um tykkum alt vikuskiftið.

Tit gista í hugnaligum kømrum undir væðingini í søguliga gistingarhúsinum. Á skránni er góður føroyskur matur, sólseturtúrur við ferðaleiðara at hyggja at lundum og túrur niðan á Knúk við ferðaleiðara. Njótið hugnaligu bygdina og friðin um kvøldið við áartutli og fuglasongi.  Alt vikuskiftið fáa tit lekran heimagjørdan mat.

Tyrlan kemur aftur eftir tykkum sunnudagin 9. august..  Á veg heim aftur flúgva tit við tyrluni til allar oyggjar á rutunetinum hjá tyrluni. Umborð á tyrluni fáa tit ábit og okkurt fyri tostan.

Facebook viðmerkingar