Áhugin fyri at ferðast til Suðuroyar hevur verið stórur seinastu tveir mánaðirnar. Hetta merkist eisini á Suðuroyarleiðini, tí tað kemur oftari fyri enn vanligt, at bilar standa eftir, tá Smyril hevur loyst.
Tá Smyril loysti av Krambatanga í kvøld stóðu 13 bilar eftir í bilrøðini, sum ikki sloppu við.
Tænastan er tó góð, so í morgin tíðliga fáa fólk bilarnar norður til Havnar við Smyrli.
Facebook viðmerkingar