Fólkatónleikastevna í SALT tórsdagin

Hósdagin 9. juli verður Fólkatónleikastevna í SALT. Á skránni eru m.a. Ragnar Finsson og Leiðland.

Ragnar Finsson
Ragnar byrjaði sum ungur at spæla sær við guitarin hjá pápanum, og harfrá mentist ein áhugi fyri fólkatónleiki. Hann hevur gjørt seg galdandi sum ein frálíkan sangara, guitarist og sangskrivara. Ragnar hevur fleiri vælumtóktar sangir á síni songskrá, har ímillum nógv spælda lagið “Workers Song”

Leiðland
Leiðland gleðir seg at spæla fyrstu konsertina fyri tær.

Ein av mest spennandi bólkunum í løtuni gav í februar út staklagið “Veit Væl At Tú Veit Tað Væl”. Tónleikin kallar bólkurin eina blanding av indie folk pop rock á føroyskum.
Leiðland var í studio í apríl, og nú eru nýggj løg á veg til tín, bæði í útvarpi og á øllum talgildum miðlum. Hesi vera sjálvandi at hoyra á konsertini saman við “Veit Væl At Tú Veit Tað Væl” og øðrum nýggjum tilfari.

– Vit gleða okkum for vilt til hetta, sigur manningin í Leiðland.

Manningin í Leiðland er: Líggjas Olsen (sang, keyboard), Janus Kampmann (guitar), Vinjar Egilsnes Petersen (synth), Lea Kampmann (sang, guitar), Kristin Nolsøe Bech (bass), Rúni Mouritsen (trummur)

The Crowberry Band
The Crowberry Band varð stovnað í 2015. Tónleikur hevur sín íblástur í írskum fólka- og rokktónleiki. Oddamaðurin í bólkinum, Janus á Húsgarði, skrivar tónleikin. Í bólkinum er ein røð av evnaríkum tónleikarum, og alt eftir tørvi, verður bólkurin samansettur til ymsar framførslur. Onkuntíð eru bara tveir persónar á palli, meðan tað aðrar tíðir hava verið heili 16 fólk á palli samstundis.

Spælimenn
Spælimenn hava verið virkin í Føroyum nú í 45 ár. Tey spæla siðbundnan og nýskrivaðan fólkatónleik á violin, floytu, klaver, gittar, mandolin, harmoniku, bass vm.

Spælimenninir í Hoydølum var upprunaheitið hjá bólkinum, sum var stovnaður í Hoydølum í 1974. Seinni var bólkurin bert nevndur Spælimenninir.

Núverandi bólkurin er vendur aftur til tann upprunarligu samansetingina sum opin tónleikarabólkur. Í ymiskum samansetingum hava fólkatónleikarnar eisini spælt hópin av konsertum í øðrum londum, síðani fyrstu konsertferðina til Skotland, Orkney og Shetland í 1977.

Facebook viðmerkingar