Suðuroyggin verður enn grønari

Tvøroyrar kommuna: Í hesum døgum liggur farmaskip á Drelnes við vindmyllunum hjá SEV, sum skulu uppsetast í Porkerishaganum. Tvøroyrar kommuna heitur í hesum sambandi á øll ferðandi, um at vera serliga ansin í ferðsluni, nú nóg stór og tung akfør koma at koyra til og frá Drelnes.     Articon hevur staðið fyri arbeiðnum at gera atkomuveg og gera økið klárt í Porkerishaganum til uppseting av vindmyllunum, og í tí sambandinum hevur eisini verði nógv virksemið á Drelnes seinastu vikurnar, har Articon m.a. hevur uppsett eina betongblandistøð, ið hevur blanda betong til endamálið.  SEV upplýsir, at tær sjey myllurnar á tilsamans 6,3 MW verða settar upp saman við eini battarískipan og einum synkronkompensatori, sum skulu verða við til at javna elorkuna, ið fingin verður til høldar frá vindmyllunum, og harvið tryggja, at varðveita veitingartrygdina í økinum. Battarískipanin í Porkeri verður serstøk við tað, at hon hevur eins stóran mátt og vindmyllulundin sjálv. Endamálið við battarískipanini og synkronkompensatorinum er fyrst og fremst at javna vindin, sum fer út á netið, men støddin á battarískipanini merkir, at hon eisini kann virka sum tiltaksverk til tiðir í staðin fyri motorarnar á Vágsverkinum, um vindorkan brádliga minkar. Sostatt er ætlanin, at SEV til tíðir fer at sløkkja motorarnar á Vágsverkinum, tá nóg mikið av vindi er, heldur enn at hava teir gangandi til reiðar at taka yvir, um vindurin brádliga minkar. 

Slóðbrótandi roynd

Samansetingin av vindmyllum, synkronkompensatori og eini lutfalsliga so stórari battarískipan er ein av fyrstu royndunum av hesum slag í heimshøpi, og verður gjørd í samstarvi við ein av útlendsku veitarunum hjá SEV.Við nevndu útgerð fer Suðuroyggin ein part av tíðini at koyra við 100% varandi orku, har vindorkan fer at standa fyri einum stórum parti av framleiðsluni.- Júst hetta, at ein elskipan kemur at koyra “primært” við vindorku ger verkætlanina áhugaverda fyri onnur, tí hetta er nakað av tí sum nógv altjóða gransking snýr seg um í dag, sigur Terji Nielsen, menningarleiðari hjá SEV. Ein verkætlan í ES høpi er í umbúnað, sum fegin vil nýta vindmyllulundina í Porkerishaganum og elnetið í Suðuroy sum ítøkiliga roynd í teirra granskingararbeiði, orsakað av teimum møguleikunum, sum nýggja samansetingin í Suðuroy gevur. 

Suðuroyggin verður tann grøna oyggin

Elorkan í Suðuroynni er leys av meginøkinum og vindmyllulundin í Porkerishaganum fer saman við battarískipanini væntandi at framleiða 20GWt um árið, t.e. streym svarandi til nýtsluna hjá umleið 4.000 vanligum húsarhaldum. Verkætlanin fer væntandi harvið at minka um oljunýtsluna til elframleiðsluna í oynni við 4.300 tonsum. Vindfelagið Neshagi, sum er dótturfelag hjá SEV, fekk loyvi at byggja vindmyllulundina í Porkerishaganum í kapping við hollendskt felag. Eftir ætlan byrjar fyrsta myllan at framleiða elorku inn á netið í Suðuroy í september.

Facebook viðmerkingar