Tað vóru ring tíðindi at frætta í kvøld, at læknar kenna seg noyddar at flyta úr Føroyum, tí ov fá útbúgvingarstørv eru tøk. Slíkt eigur als ikki at koma fyri og er tekin um manglandi heilsupolitiska kós.
Ikki tí, tað var tíverri væntandi. Longu tá ið fíggjarlógin var fyri til jólar, var løgtingið kunnað um, at játtanin til útbúgvingarkontuna var ov lág. Vit løgdu uppskot fram um at hækka játtanina, men tað fall tíverri. Landsstýrismaðurin og løgtingið eru sostatt fult upplýst um støðuna og hava latið tað koma so vítt, at ungu læknarnar nú allarhelst flyta. Tað er onki minni enn ein gøla.
Vit raðfestu heilsuverkið søguliga høgt og løgdu m.a. serliga dent á rekrutering av heilsustarvsfólkum. Og tað eydnaðist at hækka serlæknatalið søguligt. Hetta bleiv gjørt við serligari játtan til eina serlæknapulju. Somuleiðis fingu vit í lag, at KBU (tað sum vit kenna sum turnus) kundi takast í Føroyum. Eitt áralangt ynski hjá bæði læknalesandi og sjúkrahúsverkinum. Alt fyri at halda læknunum til, tí heilsuverkið og føroya fólk hava tørv á teimum. Tað sigur seg sjálvt, at KBU skipanin má fylgjast upp við fleiri útbúgvingarstørvum ella verður tøppur í systeminum. Og tað er har, trupulleikin er nú. Verandi landsstýrið hevur ikki fylgt upp og tryggja, at góða gongdin við at útvega nokk av læknum kundi halda fram, tí útbúgvingarkontan hevur ikki fylgt við KBU skipanini. Tað líkist ongum !
Landsstýrið má alt fyri eitt fáa hetta í rættlag. Vit hava ikki ráð at lata vera. Menningin av heilsuverkinum, sum vit arbeiddu miðvíst við, má og skal halda fram. Tað er okkara trygd, okkara tilbúgving og ein horðasteinur í menningini av samfelagnum, tað snýr seg um.
Tað ber ikki til at tosa um viðgerðartrygd og stuttar bíðilistar, um neyðugu starvsfólkini ikki eru tøk. Tað er ótrúligt at fara til val uppá viðgerðartrygd, og so lata tað koma so vítt, at læknar flyta av landinum. Tað er bara eitt at gera, og tað er at fáa loyst hetta mál við hægri játtan. Vit skulu ikki aftur til tíðina við ótolandi læknamangli, minkandi starvsfólkatali og manglandi heilsupolitiskari kós.
Sirið Stenberg
Tjóðveldi
Facebook viðmerkingar