Eitt farloyvisstarv sum sálarfrøðingur fram til 15. august 2021 er leyst at søkja. Starvið er normerað til 30 tímar um vikuna.
Arbeiðsøki
Suðuroyar
barnaverndartænasta er staðsett á Tvøroyri og umfatar allar 7 kommunurnar í
Suðuroynni.
Endamálið hjá Suðuroyar Barnaverndartænastu er at ansa eftir, at børn og ung, sum vegna sosial vandamál liva undir viðurskiftum, ið kunnu skaða teirra vælferð og menning, kunnu fáa ta hjálp, ið er neyðug fyri at greiða støðu teirra.
Eitt týðandi mál fyri barnaverndartænastuna er at syrgja fyri at hjálpin verður sett í verk saman við familjuni, at tilboðið er tað besta og at gerandisdagurin hjá barninum og familjuni ávirkast so lítið sum gjørligt.
Tín
leiklutur
Tú
kemur at virka í tøttum samstarvi við umsitingina á barnaverndartænastuni.
Arbeiðið er fjølbroytt og umfatar m.a:
- At hava samrøður við børn, ung og foreldur, bæði útgreinandi, stuðlandi og viðgerandi
- At gera sálarfrøðiligar kanningar og metingar av børnum, ungum og foreldrum
- At veita supervisión av stuðlum hjá barnaverndartænastuni
- At veita familjuviðgerð
- At veita ráðgeving og konsultatión til lærarar, námsfrøðingar og foreldur
Vit hava góð hølir við kontóri, viðtaluhøli og ymiska útgerð, eitt nú til spæliviðgerð.
Vit vænta av tær
- At tú ert útbúgvin og autoriseraður sálarfrøðingur. Ein fyrimunur er, um tað er frá barnaverndararbeiði
Vit kunnu bjóða tær
- eitt spennandi og fjølbroytt arbeiði
- fakligt samstarv við sálarfrøðingar hjá øðrum barnaverndartænastum og Barnaverndarstovu Føroya
- førleikamenning eftir umstøðum og tørvi
- supervisión
Setanarviðurskifti
- Arbeiðið er 30 tímar um vikuna
- Starvið verður sett skjótast til ber ella eftir nærri avtalu
- Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Akademikarafelag Føroya.
Umsókn
Hevur
starvið tín áhuga, send so skrivliga umsókn saman við avriti av prógvum og
viðmælum til:
Suðuroyar Barnaverndartænasta
Postboks 104
800 Tvøroyri
ella sum teldupost til:
Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi mikudagin 21. august 2020 kl. 12.00.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Anniku Jónsveinsdóttir, leiðara á telefon 229085.
Um ikki nóg nógvir kvalifiseraðir umsøkjarar eru til starvið, tilskilar Suðuroyar Barnaverndartænasta sær rætt til at søkja av nýggjum ella ongan at seta.
Facebook viðmerkingar