Í vikuskiftinum komu fyrstu fólkini suður til Faroe Islands Handball Cup, sum byrjaði í Marghøllini mánamorgun. Útvið 500 leikarar fara mánadagin, týsdagin og ónsdagin at spæla hondbólt í Marghøllini, har tað eru 3 hondbóltsvallir.
Sera nógv fólk eru komin suður at heppa uppá børn, systkin, abba- og ommubørn, og vinfólk annars. Í Vági hevur tað eisini verið sum á jóansøku allan mánadagin og í dag (týsdagin) við.
Matstovur, kafeir, kioskir og handlar boða frá metnógvum vitjandi, so gongd er í í øllum liðum.
Faroe Islands Handball Cup 2020 endar við finalum og plaseringsdystum ónsdagin.
Facebook viðmerkingar