Serbi til FC Suðuroy

31 ára gamli Veljko Vukovic fer at spæla við FC Suðuroy í 2.deild restina av hesum kappingarárinum.

Veljko Vukovic, sum er serbi, spældi í fjør 18 dystir og skoraði eitt mál fyri TB í bestu deildini.

Palli Augustinussen, venjari, greiður frá, at Vukovic er komin til Suðuroyar at arbeiða og fer samstundis at spæla fótbólt við FC Suðuroy.

Facebook viðmerkingar