Søkt verður eftir deildarstjóra til FK í Suðuroy.
Starvsøkið fevnir um dagligu leiðsluna av einum av størstu matvøruhandlum í oynni.
Vit bjóða
Eitt ábyrgdarfult starv sum dagligur leiðari av einum handli við stórum møguleikum.
Fríar teymar, so tú kanst menna teg sjálvan í somu takt sum handilin.
Eitt arbeiðspláss við góðum starvsfólkum, har umstøðurnar eru í støðugari broyting.
Eina kappingarføra løn, ið samsvarar við ábyrgd og avrik.
Uppgávur
Tú stendur fyri dagliga rakstrinum og leiðsluni av starvsfólkinum. Tú tryggjar, at handilin er í støðugari menning.
Tað verður eisini tín leiklutur at tryggja, at handilin gongur á odda við feskum vørum, og bjóðar fólki í oynni eitt gott og breitt vøruúrval.
Sum leiðari ert tú sjónligur bæði hjá starvsfólki og viðskiftafólki.
Av tær vænta vit
At tú sum persónur ert íðin og hugagóður, at tú leggur dent á starvsfólkaleiðslu, sølu og inntøku til handilin.
At tú hevur góð samstarvsevni, samstundis sum tú arbeiðir sjálvstøðugt og miðvíst.
At tú megnar kynstrið at samskifta í orði og talu.
At tú ert lættur av lyndi, dugir bæði at rósa og finnast at og ert sterkur, tá á stendur.
Starvið verður sett 1. oktober, ella eftir nærri avtalu. Vilt tú hoyra nærri um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Finn Nielsen, stjóra, á tlf. 210 214.
Umsókn, saman við viðkomandi skjølum, skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 24. august og sendast til fn@fk.fo ella til:
Føroya Keypssamtøka
Att.: Finn Nielsen
Postboks 349
110 Tórshavn
Facebook viðmerkingar