Matstovur og skeinkistøð skulu stongja í seinasta lagi klokkan 23

Helgi Abrahamsen, landsstýrimaður, hevur nú lýst kunngerð um, at matstovur og skeinkistøð skulu stongja í seinasta lagi klokkan 23.

Hetta er galdandi frá í dag 7. august og fer úr gildi tann 31. august. Hetta er fyri at forða fyri smittuspjaðing av korona, stendur í kunngerðini.

Talan er um eina heimild, sum landsstýrismaðurin fekk frá løgtinginum síðst í juni mánað.

Facebook viðmerkingar