Seinastu dagarnir eru smittutølini minkaði nakað, men framvegis valdar óvissa og støðan er ógreið. Fyri at binda um heilan fingur er gjørt av, at dagstovnaøkið í Vágs kommunu í komandi viku verður skipað við tilmeldingarskipan.
Foreldur fáa í dag (fríggjadagin 14. august 2020) boð frá dagstovnaleiðaranum har tey verða biðin um at siga frá, um teirra børn koma á dagstovn í Eikilund, í Sóljuni í Vágs Skúla, og/ella í frítíðarskúla í komandi viku – hvørjar dagar og hvørjar tíðir.
Hendan skipan verður galdandi komandi viku, frá mánadegnum 17. august til fríggjadagin 21. august.
Facebook viðmerkingar