Føroya Sunnasta 1/2marathon, ið vanliga er seinast í septembur, og sum verður runnið úr Trongisvági til Vágs velur nú eisini at avlýsa.
Vit hava neyvt fylgt støðuni, og tá ið okkara tiltak fevnir um fleiri aldursbólkar og fólk úr øllum Føroyum, og tað at vit hava nógv fólk at hjálpa okkum við sjálvum tiltakinum, og eisini runt í bygdunum her suðuri, so hildu vit at tað var rætt at avlýsa, sigur formaðurin í Hvistuni, ið er felagið ið skipar fyri Føroya Sunnasta 1/2marathon.
Fyrireikingarnar til Føroya Sunnasta 1/2marathon hava verið gjørdar eins og vit hava gjørt árini undan, men vónirnar vóru góðar til at vit fóru at kunna halda okkara 1/2marathon, heilt til um ólavsøkuna, tá ið aftur frættist um Corona smittuna í Føroyum.
Eftir ætlan skuldi Føroya Sunnasta 1/2marathon verið leygardagin 26. septembur, men er nú endaliga avlýst
Facebook viðmerkingar