Bakkafrost søkir lívfrøðiligan samskipara

Vilt tú vera við til at menna nýtsluna av rognkelsi í alibrúkum og tryggja eina burðardygga aling, har vit bæði taka atlit til fiskavælferð og til umhvørvi? Rognkelsi er ein reinsifiskur, sum verður nýttur í alibrúkum. Sum lívfrøðiligur samskipari hjá Bakkafrost fært tú eitt fjøllbroytt og avbjóðandi starv í eini fyritøku, ið raðfestir lívfrøðiliga trygd.

Arbeiðsøki
Tú verður partur av Góðskudeildini, ið arbeiðir við fiskavælferð, umhvørvi, matvørutrygd og matvørugóðsku. Arbeiðsuppgávurnar hjá tær fara fyrst og fremst at snúgva seg um at menna nýtsluna av rognkelsi í alibrúkum, og uppgávan er m.a. at

  • veita ráðgeving, kunning og vegleiðing í samband við útsetan av rognkelsi
  • arbeiða við sjúkufyribyrging
  • gera kanningar á aliøkjum, sum hava rognkelsi
    menna og íverkseta mannagongdir, sum tryggja fiskavælferð og
  • burðardygt umhvørvi
  • røkja aðrar uppgávur á økinum

Tín vangamynd
Tú ert útbúgvin djóralækni, fiskaheilsulívfrøðingur ella hevur líknandi lívfrøðiliga bakgrund. Tú hevur áhuga í at arbeiða við djórum, og tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir innan aling. Tú tosar og skrivar føroyskt, danskt og enskt. Somuleiðis hevur tú góðar KT-førleikar og koyrikort.

Eisini hevur tú ein jaligan hugburð til uppgávur og vilja til at samstarva breitt við ymiskar starvsbólkar í Bakkafrost samtakinum.

Tað er týdningarmikið, at tú kennir teg aftur í virðisgrundarlagnum hjá Bakkafrost, sum er at vera ábyrgdarfullur, vísa virðing og vera íðin, effektivur og framsøkin.

Vit bjóða
Starvið sum lívfrøðiligur samskipari á Góðskudeildini er eitt avbjóðandi og mennandi starv í einum dynamiskum umhvørvi við breiðum fakligum samstarvi á høgum støði. Vit leggja stóran dent á at hava eitt trygt og gott arbeiðsumhvørvi og bjóða tær góðar starvsfólkatryggingar.

Løn og setanarviðurskifti
Talan er um eitt fulltíðarstarv við arbeiðsstaði á høvuðsskrivstovuni á Glyvrum, men tú skalt vænta at vera úti á aliøkjunum ein stóran part av arbeiðstíðini.

Løn og setanartreytir eru sambært avtalu.

Meira at vita?
Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Annu Johansen, tel. 23 50 20, t-post anjo@bakkafrost.com.

Umsókn
Umsókn við avriti av prógvi, CV og viðkomandi skjølum skal sendast við t-brævi til hr@bakkafrost.com.
Umsóknarfreistin er mánadagin 15. januar 2018, kl. 12:00. Starvið verður sett sum skjótast.
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Um Bakkafrost
Bakkafrost er størsta alifyritøka í Føroyum. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði. Kryvjivirkini eru á Glyvrum og í Vági, meðan liðugvøruframleiðslan (VAP) er á Glyvrum. Alivirksemið hjá samtakinum er í Norðoyggjum, Eysturoy, Streymoy og Suðuroy. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum. Samanlagt hevur samtakið 820 fulltíðar starvsfólk.

www.bakkafrost.com

Facebook viðmerkingar