Í gjár var ein søguligur dagur, tá næmingar høvdu 1. skúladag á Føroya Eftirskúla.
Ætlanin um eftirskúla í Suðuroynni hevur verið ávegis í longri tíð og tí var tað eisini ein serliga stór kensla, tá næmingar møttu til 1. skúladag á Tvøroyri ónsdagin.
Pól Arni Holm, skúlastjóri, tók ímóti næmingunum og bjóðaði vælkomin til hetta sera spennandi og annarleiðis skúlaárið á Føroya Eftirskúla. Víst varð runt á næmingabústaðinum og greitt varð frá skúlaárinum.
Næmingarnir fingu longu fyrsta skúladag stórar upplivingar, tí leiðin gekk til Hvalbiar, har døglingar vórðu skornir upp á keiini.
Tilsaman 13 næmingar byrjaðu á Føroya Eftirskúla. Næmingar eru úr øllum landinum, umframt at ein næmingur er úr Danmark.
Føroya Eftirskúli bjóðar fleiri spennandi breytir, m.a. Føroyabreyt og Films- og Sjónleikabreyt, harumframt hava næmingarnir eisini vanligar lærugreinir, sum t.d. føroyskt, danskt, enskt, støddfrøði os.fr. Lesast kann um hetta og nógv annað um Føroya Eftirskúla á www.eftirskulin.fo
Facebook viðmerkingar