Í dag 20. august 2020 eru 100 ár liðin, síðan Niels Juel Arge, útvarpsstjóri frá 1960 til 1990, varð borin í heim Undir Kletti í Havn.
Í tí sambandi hava ættarfólk hansara tikið stig til nýggja talgilda savnið, www.nielsjuel.fo, har møguligt er hjá einum og hvørjum at fáa atgongd til rúgvismikla tilfarið, sum Niels Juel Arge legði úr hondum sum útvarpsmaður, rithøvundur og granskari.
Á nýggju heimasíðuni eru bøkurnar hjá Niels Juel Arge talgildar og OCR-skannaðar, so til ber bæði at lesa tær og leita eftir orðum og nøvnum i tekstunum. Í fyrsta umfari eru 15 bøkur talgildar, og tær síðstu koma seinni.
Bøkur eru eisini lisnar inn á ljóðbond í samstarvi við Ljóðbókatænastuna. Nú heimasíðan er tøk, ber til at lurta eftir 1. bindi um ”Stríðsárini”, 1. og 2. bindi av ”Teir sigldu úti” og ”Føroyar í flogsøguni”.
Nakrar samrøður og sendingar, sum Niels Juel gjørdi, eru eisini tøkar á heimasíðuni. Privatar myndir og stuttir tekstir um reportasjuferðirnar verða knýtt at teimum.
Í umbúna er at fáa fleiri sendingar hjá Niels Juel lagdar á heimasíðuna. Hetta verður gjørt í samstarvi við Kringvarp Føroya, sum framvegis varðveitir útvarpstilfarið í sínum væl menta og røkta savni.
Dagbøkur hjá bretskum herliðum í Føroyum, sum Niels Juel brúkti í sambandi við tær seks bøkurnar um stríðsárini frá 1985 til 1990, eru eisini at finna á heimasíðuni – eins og greinir um útvarpsmannin og rithøvundan.
Heimasíðan er hugsað sum eitt livandi og broytiligt skjal, ið støðugt skal mennast í dygd og vavi. Nudlavirkið hevur staðið fyri at evna heimasíðuna til. Ein Facebook-síða verður knýtt at heimasíðuni.
Nógv av tilfarinum, sum Niels Juel Arge legði úr hondum, er ómissandi mentanararvur. Hann skapti sítt verk í eini tíð, tá bandspælarin og bókin vóru nýmótans miðlar.
Nú er komin onnur tíð, og tey flestu ferðast í talgildu verðini. Skal tilfar hansara koma flest møguligum til góðar, er neyðugt at flyta tað inn í talgildu nútíðina og framtíðina.
Vónin er, at tilfarið kann gleða ungfólk, ið ikki kenna søgurnar, og tilkomin, sum fáa høvi til at minnast aftur á farnar tíðir. Skúlafólk, granskarar og onnur fáa kanska eisni gagn av tí.
Lesið meiri her: https://nielsjuel.fo/
Facebook viðmerkingar