Kanningarnar frá fríggjadegnum og leygardegum eru nú liðugt greinaðar, og eingin nýggjur tilburður er staðfestur. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum.
Fríggjadagin vórðu 1.590 kanningar gjørdar, og í gjár vórðu 727 kanningar gjørdar, og eingin nýggjur tilburður er staðfestur. Í alt eru nú 84.308 kanningar gjørdar.
Rættingar eru gjørdar í samlaða talinum av staðfestum tilburðum. Tríggir staðfestir tilburðir frá 18. august eru greinaðir umaftur, og hesir eru nú at rokna sum negativir. Tí minkar samlaða talið av staðfestum tilburðum í Føroyum við trimum.
Tilsamans hava tí 381 fólk fingið staðfest coronasmittuna í Føroyum. 326 av teimum, sum hava fingið staðfest smittuna, eru staðfest frísk aftur, og sostatt eru 55 persónar smittaðir í løtuni.
Tríggir persónar eru í løtuni innlagdir á Sjúkrahúsverki Føroya í samband við coronasmittuna.
Facebook viðmerkingar