Bridgeskúlar í heyst

Í heyst verða bridgeskúlar kring landið, boðar Bridgesambandið frá í tíðindaskrivi.

5 góðar grundir til at spæla bridge >>

  1. Bridge er ein ítróttargrein, har tú eisini sum nýbyrjari, hevur møguleikar at vinna dystir
  2. Bridge er avstressandi
  3. Bridge økir um evnini at savna seg
  4. Bridge heldur heilakyknirnar í gongd
  5. Bridge er sosialt

“Tað er virkuliga stuttligt at spæla bridge. Serliga tí tað er so avbjóðandi, sum tú sjálvur hevur hug til, at tað skal vera.”

Øll kunnu læra at spæla bridge

Visti tú, at øll kunnu læra at spæla bridge?
Bæði børn, ung, tilkomin og eldri.

Tað er sjálvandi lættari, um tú ert von/vanur við at spæla kort frammanundan. Td. Sjavs. Men tað er als eingin treyt.

Í bridgefeløgunum kring landið, hava vit fleiri dømi um, at fólk, ið næstan ikki vistu munin á hjartara og spar, hava lært at spæla bridge og dáma sera væl at møta einaferð um vikuna, at spæla bridge.

“Eitt, sum eg haldi, er gott við at ganga til bridge er, at tú sleppur at konsentrera teg um kortspælið og tú spælir við fólki, sum øll dáma væl at spæla kort.”

Nógv ymisk fólk spæla bridge

Tað eru fleiri typur av fólki, sum spæla bridge. Nøkur eru við fyri at vinna, meðan onnur eru við fyri at hugna sær. Og vit hava brúk fyri øllum.

Ert tú vinnaratypan, so ber til at arbeiða seg upp til at koma á landsliðið?

Hevur tú hug at læra at spæla bridge, ert tú meiri enn vælkomin, at koma við á bridgeskúla í heyst.

“Tú kanst spæla bridge alt lívið og tað erikki neyðugt at vera í super fysiskum formi (he, he). So øll kunnu vera við.”

Her verða skeið fyri byrjarar í heyst >>

  • Vágum
  • Fulgafirði
  • Tórshavn
  • Suðuroy

“Eg var 45 ár, tá eg byrjaði. Tað havi eg ongantíð angra. Tvørturímóti eri eg sera glað fyri tað. Eg gleði meg, at møta til bridge einaferð um vikuna. Eg spæli forrestin eisini nógv á netinum.”

Les meira og tekna teg her >>

https://bridge.fo/news/101/laer-at-spaela-bridge

Facebook viðmerkingar