Ítróttaháskúlin í Suðuroy telist helst millum stóru sólskinsøgurnar innan føroyska skúlaverkið seinastu ártíggjuni.
Í heyst eru góð seks ár síðani at verkætlanin fór at taka skap her í Vági, og nú í august eru fýra ár liðin síðani at fyrstu næmingarnar í august 2016 byrjaðu á Ítróttaháskúlanum.
Frá fyrsta degi hevur Ítróttaháskúlin ment seg við ferð, og áhugin fyri at koma til Suðuroyar á Ítróttaháskúla er vaksin ár um ár. Ítróttaháskúlin hevur eisini verið fullsettur øll skeiðini síðani várskeiðið 2017.
Stóri áhugin fyri Ítróttaháskúlanum legði frá byrjan stórt trýst á karmarnar og av somu orsøk settu vit á skrá tvær stórar ætlanir:
1) at fáa bygt næmingabústað, og
2) at fáa egnan skúlabygning til Ítróttaháskúlan.
Við vælvild frá landsmyndugleikunum og ikki minst Bústaðir varð spakin settur í til næmingaheimið á várið 2019. Byggjaríið hevur verið uppi í ferð seinasta árið og komið er væl áleiðis við byggingini. Eftir ætlan letur Bústaðir, sum letur byggja næmingaheimið, Ítróttaháskúlanum nýggja næmingaheimið seinni í ár.
Nýggja næmingaheimið førir við sær, at talið av næmingum kann hækka, tí rúm verða fyri í minsta lagi 48 næmingum á næmingaheiminum. Og greitt er longu nú, at várskeiðið 2021 á Ítróttaháskúlanum verður væl og virðiliga fullsett.
Økt næmingatal setur eisini krøv til betri høliskarmar til undirvísing. Leiðsla og stýrið í Ítróttaháskúlanum hava sum nevnt eisini í longri tíð arbeitt við ítøkiligari ætlan um nýggjan skúlabygning til Ítróttaháskúlan. –Ein ætlan, sum eisini var klár at fara undir á vári 2019, men politiskan støðan førdi við sær, at hetta var eitt av mongum málum, sum datt burtur, tá løgtingið fór til hús áðrenn løgtingsvalið í august 2019.
Spennandi ætlan í Vaskiskúrinum á Gørðunum
Leiðsla og stýrið í Ítróttaháskúlanum hevur latið gjørt spennandi verkætlan, sum fevnir um keyp og umbygging av sonevnda Vaskiskúrinum á Gørðunum í Vági – bygningurin, har ullvirkið Sirri eisini helt til í eitt tíðarskeið.
Saman við Mayfinn Norðoy, arkitekti á Kontrast, og byggifyritøkuni Norcon í Vági eru tekningar og ætlan fyri umbygging gjørd.
Ætlanin fevnir um, at Vaskiskúrurin skal umbyggjast, soleiðis at tað verða trý flokshølir, umframt skrivstovur til skúlaleiðslu, starvsfólk og umsiting. Harumframt verður eisini skúlahøll, durður, køkshentleikar, wc og goymsluhølir. Atknýtt bygninginum verður eisini venjingarhøli, sum longu er gjørt.
Talan er um verkætlan, sum er mett at kosta umleið 6 mió. kr. (umframt MVG). Fyribils avtalur eru gjørdar við verandi eigara um keyp av bygninginum og við byggifyritøkuna Norcon um umbyggingina – og er tað eisini hetta, sum kostnaðarmetingin er grundað á.
Lóggávan á økinum leggur upp til, at Ítróttaháskúlin skal koma við 50% og Landið við 50%. Parturin hjá Ítróttaháskúlanum er uppá pláss.
Ætlanin er sum nevnt klár at seta í verk – og hevur verið klár at seta í verk síðani á vári 2019.
Fyri einum ári síðani varð nýggj samgonga skipað eftir løgtingsvalið í august 2019. Vit í stýrinum fyri Ítróttaháskúlan hava sjálvsagt kunnað nýggja landsstýrið og Mentamálaráðharran um ætlanina, við áheitan um at virka fyri, at Ítróttaháskúlin í Suðuroy kann fáa eina játtan á 3 mió. kr. til ætlanina, soleiðis at farast kann undir nýggja og neyðuga skúlabygningin til Ítróttaháskúlan.
Tíðin er nú komin til at landsmyndugleikarnir fáa í lag at játtan verður til endamálið, soleiðis at hesir týðandi karmarnir hjá Ítróttaháskúlanum eisini kunnu fáast uppá pláss, nú næmingaheimið er nærum liðugt.
Betri karmar til Ítróttaháskúlan førir við sær, at næmingatalið kann økjast. Hægri næmingatal førir eisini við sær at fleiri størv verða á Ítróttaháskúlanum – og stórur tørvur er á nýggjum spennandi størvum í Suðuroynni.
Tað er okkara vón, at málið verður tikið upp av landsmyndugleikunum, so vit skjótast tilber kunnu seta gongd á hesa spennandi verkætlan fyri Ítróttaháskúlan og fyri Suðuroynna.
Dennis Holm,
borgarstjóri í Vágs kommunu og stýrisformaður í Ítróttaháskúlanum í Suðuroy
Facebook viðmerkingar