Týsdagin 1. september lat upp nýtt bilverkstað í Vági, tá Heidi Hansen og Bárður Rasmussen lótu upp bilverkstaðið H.H. Bilservice.
H.H. Bilservice heldur til í bilverkstaðnum í Magn-støðini í Vági, har bilverkstaður var fyri nøkrum árum síðani. Men nú H.H. Bilservice hevur latið upp í hølini, hava tey bæði Heidi og Bárður dagført verkstaðið og klárgjørt tey til upplatingardagin.
Móttøkan hevur verið heilt framúr góð, nú vit hava arbeitt við at lata upp bilverkstað í Vági, sigur Heidi Hansen. Fólk hava verið sera hjálpsom og ikki minst, so hava fólk tikið sera væl ímóti nýggjan bilverkstaðnum.
Vit hava eisini fingið sera nógvar bókingar, soleiðis at vit hava nokk at gera komandi vikurnar, sigur Heidi. -Og leggur afturat, at vit altíð eru klár at hjálpa til og siga ikki nei, tá fólk koma við fyrispurningum um hjálp av einhvørjum slagi við bilinum.
H.H. Bilservice heldur til á Líðarvegi 2 og gera nógvar ymiskar bilumvælingar, harímillum dekkskift, oljuskift, bremsuklossar og ymiskt annað. H.H. Bilservice hevur tlf. 594541/594540.
Facebook viðmerkingar