Í fjør samtykti løgtingið at veita pensjónistum ein skattafrádrátt, sum frá 2021 skuldi geva pensjónistum ein skattafrádrátt á 6.000 kr. árliga, harav 3.000 kr. verða latnar av landskassanum og 3.000 kr. verða latnar av kommununum.
Fyri árið 2020 kostaði hetta samanlagt kommununum góðar 12 mió. kr. og fyri árið 2021 verður kostnaðurin av skattafrádráttinum til pensjónistar góðar 24 mió. kr. (helst umleið 24,5 mió. kr., tí talið av pensjónistum verður hægri í 2021 enn tað er í 2020).
Verður hugt eftir, hvussu frádrátturin til pensjónistar rakar, so eru tað serliga kommunurnar sunnanfjørðs, sum frádrátturin rakar lutfalsliga harðast, tí í kommununum í Suðuroynni og Sandoynni eru tað lutfalsliga flestir pensjónistar.
Gjørt upp í mun til álíkningina, so í 2019, so rakar frádrátturin til pensjónistar 2-3 ferðir harðar kommunurnar í sunnanfjørðs enn norðanfjørðs. Sí eisini talvuna niðast.
Økið sunnanfjørðs lægri inntøkur enn økið norðanfjørðs
Frammanundan er støðan tann, at kommunurnar í Suðuroynni og Sandoynni hava væl lægri inntøkur enn kommunurnar norðanfjørðs.
Verða kommunur, sum hava nøkulunda sama fólkatal samanbornar, so er mynstrið rættiliga greitt.
1. juli 2020 búðu tað 359 fólk í Sumbiar kommunu, meðan tað í Viðareiðis kommunu búðu 348 fólk. Fyrstu 8 mánaðirnar í 2020 fekk Sumbiar kommuna 6,5 mió. kr. í persónsskatti, meðan Viðareiðis kommuna fekk 9,4 mió. kr. í persónsskatti
1. juli 2020 búðu 1.350 fólk í Vágs kommunu, meðan tað í Nes kommunu búðu 1.371 fólk. Fyrstu 8 mánaðirnar í 2020 fekk Vágs kommunu 30,7 mió. kr. í persónsskatti, meðan Nes kommuna fekk 35 mió. kr. í persónsskatti.
1. juli búðu 1.740 fólk í Tvøroyrar kommunu, meðan tað í Fuglafjarðar kommunu búðu 1.586 fólk. Fyrstu 8 mánaðirnar í 2020 fekk Tvøroyrar kommuna 40,5 mió. kr. í persónsskatti, meðan Fuglafjarðar kommuna fekk 46,7 mió. kr. í persónsskatti.
Sum nevnt mynstrið er rættiliga greitt. Kommunurnar sunnanfjørðs fáa lutfalsliga væl minni í persónsskatti enn kommunurnar norðanfjørðs. -Og skattafrádrátturin til pensjónistar rakar sum nevnt nettupp tær kommunurnar væl harðari enn kommunurnar norðanfjørðs.
Facebook viðmerkingar