Gleðilig tíðindi av Tvøroyri, at trý nýggj sethús vera bygd samstundis í Trongisvági í hesum døgum og onnur trý eru ávegis.
Eisini er eftirspurningurin eftir grundstykkjum vaksandi í Tvøroyrar kommunu.
Seinastu árini eru fá nýggj sethús bygd í Suðuroynni, men nú sær tað út til, at vend er komin í. Sambært fyritøkum, ið selja sethús verður upplýst, at áhugin er vaksandi fyri at keypa sethús í Tvøroyrar kommunu og sagt verður eisini, at søluprísurin er hækkandi á sethúsum sum heild.
Eisini er áhugin fyri grundstykkjum vaksandi. Tvøroyrar kommuna lat fyri nøkrum árum síðani 20 grundstykkir útstykkja í Heiðatrøðni í Trongisvági og nú eru tað bert 5 grundstykkir eftir á sølulistanum.
Søluprísurin á grundstykkjum í Heiðatrøðni er settur til kr. 265,-/m2, íroknað íbindingargjald fyri vatn og spillivatni. Tvøroyrar kommuna bjóðar øllum áhugaðum fyri bygging v.m. í kommununi, at vera vælkomin at venda seg til umsitingina á tlf. 611085, ella umvegis teldupost tvoroyri@tvoroyri.fo fyri at fáa nærri kunning.
Umsóknarskjal til grundstykkið í Heiðatrøðni eru her: http://www.tvk.fo/files/Umsokn_grundstykki.pdf
Kort yvir Heiðatrøðina er her : http://www.tvk.fo/files/Heidatrodin_31082020.pdf
Facebook viðmerkingar