Vágs kommuna: Sambært Fólkayvirlitinum búðu tað 1. sept. 2020 1.381 fólk í Vágs kommunu. Hetta er tað hægsta í fleiri enn 10 ár, tí ikki síðani í mai 2009 hava tað búð fleiri enn 1.380 fólk í kommununi.
Eftir fíggjarkreppuna í Heiminum í 2008, sum eisini rakti Føroyar, minkaði fólkatalið í Vágs kommunu nakað, men vaks síðani aftur í eitt tíðarskeið í 2010. Men í tíðarskeiðinum frá januar 2011 til út á heystið 2013 minkaði fólkatalið støðugt. Tá fólkatalið í kommununi var uppá tað lægsta, í september 2013, búðu tað 1.296 fólk í Vágs kommunu.
Seinastu árini er fólkatalið vaksið aftur. Og hóast eina minking í eitt tíðarskeið í 2018, so er fólkatalið í september 2020 komið upp á 1.381 fólk.
Fólkatalið er sostatt vaksið við 85 í tíðarskeiðinum frá 1. sept. 2013 til 1. sept. 2020, ein vøkstur á 6,6%. Í sama tíðarskeiði er fólkatalið í Føroyum vaksið við umleið 9,7%. Fólkatalið í Suðuroynni sum heild stendur tó í stað, tí tað búðu áleið líka nógv fólk í Suðuroynni í september 2013, sum tað gera í september 2020.
Vit gleðast um at fólkatalið er vaksið seinastu árini og fegnast eisini um, at nógv fólk eru flutt í kommununa seinastu mánaðirnar – harímillum eisini fleiri barnafamiljur, og bendir hetta á, at Vágs kommuna er eitt spennandi stað at flyta til og búgva í, sigur Dennis Holm, borgarstjóri. Vit vita tó eisini, at august og september eisini er tíðarskeiðið, har nógv ung flyta, tá tey fara undir útbúgving, og er væntandi, at hetta eisini sæst aftur í fólkatalinum, sigur Dennis Holm.
Facebook viðmerkingar