Kortteknari úr Skive hevur gingið 60 kilometrar á Tvøroyri.
Seinastu dagarnir hevur fyrrverandi løgreglumaðurin Erik Flarup verið eyðsýndur í býarmyndini. Hann hevur gingið við pappíri og penni í hond og við gps-ara spentum fastum á hattinum.
Hansara ørindi hevur verið at tekna kort til stóra vitarenningina “Bakskuldløbet”, ið Esbjerg Politiforening skipar fyri 1.-8. august 2021 og sum fyri fyrstu ferð kemur til Suðuroyar.
Rennikappingin er sera væl umtókt millum løgreglumenn í Danmark og stutt eftir at møguligt varð at melda seg til kappingina, vórðu øll 120 plássini umbiðin. Sostatt koma 120 løgreglumenn úr Danmark, saman við fyriskiparum, til Tvøroyrar at renna, hin 7. august, tá seinasti parturin av renningini fer av bakkastokki.
Fyrireikararnir siga, at føroyingar eru meir enn vælkomnir við í til renningina og í næstum verður kunnað um, hvussu ein meldar seg til.
Erik er bilsin av móttøkuni
Vit hittu Erik í Tarvafjósinum á Hamri, ið var hansara heim hesar dagar hann var á Tvøroyri.
Hann hevur havt til uppgávu at kortleggja ruturnar, ið skulu brúkast til rennikappingni. Hetta er sera tíðarkrevjandi arbeiði og nógv orka verður løgd í tað.
Fryntligi danin sigur, at hann longu sum ungur hevði áhuga fyri vitarenning og at tekna kort. Hann hevur verið til okkurt einstakt korttekniskeið, men annars er hann sjálvlærdur kortteknari og hevur tikist við tað síðan 1986. Í dag teknar hann kort fyri fleiri rennikappingar í Danmark og hevur eisini hjálpt til við korttekning hjá løgregluni, í serligum førum.
Nú hann er pensjóneraður, so teknar hann kort burturav heima, har hann býr í Skive.
Á túrinum í á Tvøroyri, hevur hann gingið okkurt um 125.000 fet uppá 8 dagar, t.v.s. uml. 60 kilometrar, har hann alla tíðina hevur skrivað niður og merkt upp við pgs-inum. Kortini hann framleiðir, eru sera nágreinlig allan vegin ígjøgnum.
Erik lat væl at umstøðunum her og í Føroyum sum heild. Her er lætt at koma runt, eingi trø og eingi stór vátlendi, tó er lendið sera óslætt í mun til Danmark.
Erik sigur, at tað, ið hann hevur heft seg mest við, er hvussu vinalig fólk eru. Øll hava verið blíð og fyrikomandi og hava latið hann ganga ígjøgnum teirra stykki, tá hann skuldi gera mátingar. Týsdagin fór hann til Havnar at gera nakrar mátingar afturat, áðrenn hann fer aftur til Danmarkar at gera seinastu fyrireikingarnar.
Tvøroyrar kommuna hevur stuðlað
Tvøroyrar Kommuna hevur latið tilfar til kortteknaran og hevur eisini fíggjað ymiskt, í samband við vitjan hansara. Tá renningin er avgreidd, fær Kommunan tilfarið til ognar og kann nýta tað sum hon ynskir.
Ætlanin er at gera nakað burturúr í kommununi henda dagin og verður kunnað um hetta so skjótt tað er klárt.
Her sæst almenna skráin hjá kappingini https://okhtf.dk/wp-content/uploads/2020/05/O-L%C3%B8b-F%C3%A6r%C3%B8erne-2021-folder.pdf
Í juni 2017 varð fyrstu ferð skipa fyri renningini í Føroyum, eftir at hava verið ein donsk renning burturav. Tá fyrigekk renningin norðanfyri og her http://www.okesbjerg.dk/2017/Bakskuldloeb/Artikel.pdf ber til at lesa um tað tiltakið og síggja myndir.
Facebook viðmerkingar