2. jóladag, 26. Desember, millum kl. 14:00 – 17:00, verður loftið á Pakkhús 4 karmur um sera forvitnisligt tiltak, ið Tvøroyrar Kommuna skipar fyri.
“Áðrenn Jobmatch” kalla vit tað og er tað fyri kommununa ein “avleggari” av stóra Jobmatch tiltakinum í Norðurlandahúsinum, ið Tvøroyrar Kommuna eisini luttekur á hin 28. Desember.
Tvøroyri eigur nógvar útisetar og lesandi, ið vitja heima á jólum. Nakrir vitja bert nakrir fáir dagar og hava tí kanska ikki stundir at fara til Havnar. Hesum og annars øllum, ið hava áhuga fyri at arbeiða á Tvøroyri, vilja vit fegin hava orð á.
Á degnum ber til at fáa eitt prát við vinnurekandi, virkir og stovnar, ið hava sítt virki á Tvøroyri. Á henda hátt kunnu sambond knýtast, ið kunnu verða einum sera hent, tá útbúgvingin er liðug og ein fer at søkja sær arbeiði.
Kaffi og okkurt gott afturvið verður at fáa, røður verða hildnar og navnframi Jens Marni Hansen kemur at spæla nøkur løg.
Tvøroyrar Kommuna vil bjóða øllum við áhuga, at verða hjartaliga vælkomin.
Tiltakið er ókeypis.
Facebook viðmerkingar