Jenis av Rana, landsstýrismaður, svarar fyrispurning nr. 12/2020 frá Sirið Stenberg, løgtingskvinnu, eftir Tingskipanini § 52a.
Fyrispurningur um íløgujáttan til Ítróttaháskúlan í Vági, settur landsstýrismanninum við uttanríkis- og mentamálum Jenis av Rana (at svara skrivliga eftir TS §52 a).
Fyrispurningurin er soljóðandi.
Sp. 1. Er ætlanin at játta 3 mió. kr. í íløgupeningi til Ítróttaháskúlan, soleiðis at skúlin fær nøktandi hølisumstøður, og møguleika at taka fleiri næmingar inn?
Sp. 2. Um ja, nær er ætlanin at játta peningin?
Sp. 3. Er samskifti millum Uttanríkis- og mentamálaráðið og Ítróttaháskúlan um nýggja skúlabygningin
Svar
Til 1: Umboð fyri Ítróttaháskúlan í Suðuroy hava vent sær til Uttanríkis- og mentamálaráðið fyri at fáa gongd á aftur verkætlanina at gera ætlaða skúlabygningin. Uttanríkis- og mentamálaráðið hevur í hesum sambandi sett ætlaðu heimildarlógina fyri at veita stuðul til verkætlanina á løglistan í heyst.
Undir viðgerðini, sum hevur verið av verkætlanini, hevur Landsverk víst á nøkur viðurskifti við eitt nú kostnaðarmetingini og ætlaðu staðsetingini. Neyðugt er at viðgera hesi viðurskifti nærri, áðrenn endalig støða verður tikin til, um peningur skal játtast til hesa verkætlan.
Til 2: Øllum er greitt, at Ítróttaháskúlin í Suðuroy hevur tørv á betri hølisumstøðum, og er tað eisini ynski hjá landsstýrismanninum at tryggja hesum. Í løtuni ber ikki til at siga, nær peningur
verður játtaður, tí sum nevnt verða nærri útgreinandi kanningar gjørdar.
Til 3: Ja, samskifti er við umboð fyri Ítróttaháskúlan um ætlanina at keypa og umbyggja eini eldri hús, Vaskiskúrin á Gørðunum í Vági. Kontrast hevur gjørt uppskot um umbygging og innrætting, og byggikøn frá Landsverki gera sum nevnt neyðugar kanningar av verkætlanini.
Vinarliga
Jenis av Rana
landsstýrismaður
Facebook viðmerkingar