Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hevur avgjørt at rinda námsfrøðingunum og hjálparfólkunum, sum eru rakt av verkbanni og verkfalli, fulla løn í desember, eftir at Pedagogfelagið ikki sær seg ført fyri at hjálpa sínum limum. Verkbannið stendur kortini við, og ov nógv útgoldin løn verður mótroknað í januarlønini
Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hevur í dag avgjørt at rinda námsfrøðingunum, sum eru raktir av verkbanni og verkfalli, fulla løn í desember fyri at geva námsfrøðingunum jólafrið. Verkbannið stendur kortini við, og ov nógv útgoldin løn verður mótroknað í januarlønini.
-Vit vóna, at Pedagogfelagið í januar hevur fingið síni viðurskifti í rættlag, soleiðis at fakfelagið tá verður ført fyri at rinda sínum limum løn, so leingi arbeiðssteðgurin á námsfrøðiliga økinum stendur við, sigur Annika Olsen, forkvinna í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum.
Hon leggur dent á, at jólini hava við sær, at talan er um eina serstøðu, og tí víkja kommunurnar í jólamánaðinum frá síni upprunaligu støðu um ikki at gjalda lønir út, so leingi arbeiðssteðgur valdar á hesum arbeiðsøki.
-Vit eru greið yvir, at hetta stigið kann hava við sær, at stríðið á námsfrøðiliga økinum gerst longri, tí mistar lønarinntøkur ikki ávirka desember, men nú hava vit í øllum førum givið námsfrøðingunum jólafrið, og so vóna vit at hittast aftur við samráðingarborðið at loysa ósemjuna á námsfrøðiliga økinum, sigur Annika Olsen.
Tíðindaskriv frá Kommunala Arbeiðsgevarafelagið
Facebook viðmerkingar