Á Suđuroyar sjúkrahúsi verður javnan mett um leiðreglurnar fyri smittuverju inni á sjúkrahúsinum, eitt nú í mun til hvussu smittutalið er úti í samfelagnum. Tá tamarhald var á støðuni eftir ólavsøku, bleiv opnað aftur fyri vitjandi á sjúkrahúsinum.
Men seinastu dagarnar eru fleiri smittutilburðir staðfestir hjá ferðandi, sum koma til landið. Tí skulu øll vitjandi, sum komin eru úr útlondum, hava negativa COVID-19 test frá 6. degi, innan tey vitja á sjúkrahúsinum.
Hetta er galdandi frá mánadegnum 14. september.
Facebook viðmerkingar