Úr 4-500 mió. í yvirskoti niður í 200 mió. í halli – tað er fakta, nú Búskaparráðið hevur lagt frágreiðing sína fram í dag – og hetta er uttan korona. Við korona gerst úrslit landsins hall á 600 mió. kr. í 2020. Umleið 400 av hesum er orsakað av koronu, meðan hinar 200 eru orsakað av førda fíggjarpolitikkinum.
Nú fíggjarlógin fyri 2021 stendur fyri framman, og Løgtingið í næstum skal taka støðu til, hvussu vit raðfesta landsins inntøkur og útreiðslur, so er neyðugt at síggja hvørja støðu landskassin er í. Og tíverri kann sigast, at tað er verri enn væntað. Mann hevur økt um útreiðslurnar og minkað um inntøkurnar, og úrslitið kann sigast at vera hareftir.
Til samanberingar, var avlopið í 2019 umleið 4-500 mió. – tískil er úrslit landins í 2020 1.1 milliard krónur verri enn í 2019, harav 700 mió. er vegna førda fíggjarpolitikkin. Samgongan hevur sostatt minkað um inntøkurnar og økt útreiðslurnar meira enn blokkurin á 642 mió. kr. – eftir einum ári! Hvar er fíggjarstýringin?
Tað er at fegnast um at føroyski búskapurin var væl fyri, tá vit vórðu rakt av koronu. Seinastu árini hevur tað verið stór framgongd, útflutningurin er vaksin, vinnan er styrkt, vælferðartænasturnar fleiri og betri, men nógv størv og onki arbeiðsloysi. Stórt yvirskot var á hvørjum ári, soleiðis at vit høvdu nakað at standa ímóti við, tá tíðirnar skiftu. Avlopið var 1,5 milliard kr. og landsins skuld minkaði eisini 1,5 milliard hesi 4 árini. Hetta kemur væl við nú heilsukreppa hevur rakt okkum og allan heim.
Kristina Háfoss
Løgtingskvinna fyri Tjóðveldi
Facebook viðmerkingar