Í sambandi við at tað í dag, 16. september, eru liðin 100 ár síðan lærarin og rithøvundin Johannes Andreas Næs var borin í heim í Nesi suðuri í Hvalba, gevur forlagið Stiðin út bókina
NES eftir Johs. Andr. Næs.
Johannes Andreas Næs (1920-2018) var útbúgvin lærari, og var m.a. lærari fyrst í Porkeri og síðan í Vági, áðrenn hann miðskeiðis í 1960-árunum tók við einum tá nýskipaðum starvi sum skúlaráðgevari í serundirvísing. Hetta nýggja arbeiðsstaðið var í Havn, so hann flutti við familju síni til høvuðsstaðin at virka.
Umframt skúlaskap hevði Johannes eisini stóran áhuga fyri tí siðsøguliga í breiðastu merking, honum dámdi væl at fortelja og at skriva um løtur og umstøður í lívinum. Greinar, hugleiðingar og frágreiðingar frá hansara hond hava verið at sæð á prenti ymsastaðni í bókum, bløðum og tíðarritum.
Í 2016 gav Stiðin eisini út bókina um Lítlu Dímun eftir Johs. Andr. Næs. Bókin er ein lýsing av Oynni: søgu, dýralívi, náttúruviðurskiftum, og ein lýsing av hvønn leiklut Lítla Dímun hevur havt fyri fólkið gjøgnum tíðirnar.
Nú gevur Stiðin út eitt úrval av prentaðu greinum hansara, sum fyrst og fremst snúgva seg um NES, lítla býlingin undir Høgubjørgum í Hvalba.
Við í savninum er eisini prentað samrøðan, sum útvarpsmaðurin Jógvan Arge gjørdi við Johs. Andr. Næs, og sum varð send í Útvarpi Føroya í mai 2018, tveir mánaðir áðrenn hann doyði.
Bókin, sum verður umrødd í sendingini NÓN seinnapartin í dag, er 260 síður og kostar kr. 300,-.
STIÐIN
Facebook viðmerkingar