Søkt verður eftir fólki at starvast í Páls Høll sum lívbjargarar og reingerðar-/avgreiðslufólk.
Talan er um eitt fast starv sum lívbjargari 24 tímar um vikuna. Og eitt tímalønt starv sum reingerðar-/avgreiðslufólk.
Eisini verður søkt eftir einum føstum avloysara til reingerð.
Starvsuppgávurnar eri m.a.
- Standa fyri trygdini í hylinum sum lívbjargari, um ein ikki hevur lívbjargararoynd, verður skipað fyri lívbjargararoyndini á staðnum
- Hava ábyrgdina av dagligu reingerðini í Páls Høll
- Avgreiða kundar og ymiska sølu
- Fáast við ymisk tiltøk, ið verða fyriskipaði í Páls Høll
Sum starvsfólk í Páls Høll verður tú partur av einum toymi, ið stendur fyri trygdini, reingerð og kundarøkt.
Arbeiðstíðirnar eri skiftandi dagliga og í vikuskiftinum.
Førleikar tínir:
Tú skal duga væl at svimja, kunna standa lívbjargara-royndina, hava telduførleikar og duga at gera reint.
Tú skalt eisini
- vera fyrikomandi
- duga væl at samstarva
- vísa arbeiðssemi og nærlagni
- hava hug og hegni at samskifta og at vegleiða kundum
- kunna arbeiða sjálvstøðugt
Løn og setanartreytir
Lívbjargarastarvið eri tímalønt eftir sáttmála millum Starvsmannafelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya, lønarflokkur 2.
Umsókn
Skal sendast til vagur@vagur.fo saman við avritum av prógvum, arbeiðsroyndum, viðmælum o.ø í seinasta lagi 25. september 2020 klokkan 12.
Tú fært meira at vita um starvið við at venda tær til Jens Petur Brattalíð tlf 781000 ella Petry Joensen 733008.
Vágs kommuna
Facebook viðmerkingar