Mánadagin 24. august lat Gudrid Nolsøe dyrnar upp á Sjógøtu 138, har nýggi klinikkurin hjá henni heldur til.
Klinikkin veitir fysioterapeutiska kanning, viðgerð, venjing og leiðbeining. Ljósu og innbjóðandi hølini eru í kjallaranum á sethúsunum hjá Gudrid og unnusta hennara, Bárður, og sera góð parkeringsviðurskiftir eru frammanfyri bygningin. Klinikkin hevur móttøku, 2 viðgerðarrúm, venjingarrúm og 2 wc.
Gudrid varð útbúgvin bachelorur í fysioterapi í 2008 og hevur starvast í 3 ár sum sjálvstøðug vinnurekandi í Havnar Fysioterapi. Í 9 ár arbeiddi hon á Suðuroyar Sjúkrahúsi og ½ ár sum undirvísari á Heilsuskúla Føroya, í endurmenning. Gudrid hevur eisini verið virkin innan fótbóltsheimin, har hon hevur verið fysioterapeutur hjá A-landsliðskvinnunum, ymiskum U-landsliðum, besta mannsliðnum hjá HB og besta liðnum hjá TB. Gudrid sigur, at nú, endiliga, eftir 10 ár, er hennara dreymur meir ella minni upprunnin og hon er byrjað ordiliga fyri seg sjálva.
Facebook viðmerkingar