Heilsutúrar í Vági

Í morgin, leygardagin 19. septembur kl. 11.00 verður heilsutúrur í Vági.

Túrurin verður skipaður á tann hátt, at fólk hittast á Torginum, hiðani luttakararnir kunnu ganga, trilla, súkkla ella renna túrin. 

Serliga við túrinum er, at øll fara avstað í senn, men eftir 15 minuttir, so verður vent og leiðin liggur aftur á Torgið, soleiðis øll, óansæð ferð og førleikar fáa ein túr, ið hóskar seg hvørjum einstøkum. 

Tá ið komið er aftur, bjóðar Torgið frukt, vatn og kaffi, samstundis sum øll tey luttakandi skriva navn á eitt pappír, ið verður útflýggja. Síðani verður drigið um ein vinning, umframt at øll luttakandi eru við í sørri drátti, sum verður drigin í desemburmánaði.

Hetta er fyrsta tiltakið, ið Hvistan skipar fyri, og er ætlanin at hesir túrar eru á skrá 14. hvønn dag. Samstundis er hetta eisini eitt av átøkunum, um at fáa fleiri út at røra seg, og vera saman við øðrum, ið Fólkaheilsuráðið leggur upp til í teirra ABC fyri sálarheilsuátaki.

Hvistan vil við hesum eisini varpa ljós á, at tað í ár eru 15 ár síðani felagsskapurin byrjaði, og sum eisini verður hátíðarhildið við tiltøkum komandi mánaðirnar.

Facebook viðmerkingar