Leygardagin tók TB ímóti táverandi oddaliðnum KÍ við Stórá.
TB-leikararnir stríddist mannliga allan dystin á tamb, og hóast KÍ hevði stórt yvirvág, so vardu TB’ararnir væl og sendu KÍ’ararnar av vøllunum aftur uttan at hava gjørt mál. Og tá TB heldur ikki fekk nakað mál, so endaði dysturin við javnleiki 0-0.
Við hesum fekk TB stig 2. dyst á rað, eftir at teir vunnu 3-0 á Argjum farna vikuskiftið. TB er nú komið uppá 14 stig og nærkast spakuliga EB/Streymi, sum hevur 19 stig á 7. plássi.
Longu ónsdagin seinnapartin er dystur aftur við Stórá, tá TB tekur ímóti NSÍ. Tann dysturin byrjar kl. 16.30.
Facebook viðmerkingar