Starvsfólk til Vágs kommunu, endurlýsing

Søkt verður eftir einum fólki at starvast hjá Vágs kommunu á hallarøkinum (Páls Høll, Marghøllin og Vágs Eiðið).

Talan er um eitt fast starv 39 tímar um vikuna, við føstum arbeiðstíðum mánadag til fríggjadag.

Starvsuppgávurnar eri m.a.

  • Standa fyri trygdini í hylinum sum lívbjargari, um ein ikki hevur lívbjargararoynd, verður skipað fyri lívbjargararoyndini á staðnum.
  • Dagligu reingerðini í hallunum
  • Avgreiða kundar og ymiska sølu
  • Fáast við ymisk tiltøk, ið verða fyriskipaði

Sum starvsfólk í hallunum verður tú partur av einum toymi, ið stendur fyri trygdini, reingerð og kundarøkt.

Førleikar tínir:

Tú skal duga væl at svimja, kunna standa lívbjargara-royndina, hava telduførleikar og duga at gera reint.

Tú skalt eisini

  • vera fyrikomandi og tænastusinnað/-ur
  • duga væl at samstarva
  • vísa arbeiðssemi og nærlagni
  • hava hug og hegni at samskifta og at vegleiða kundum
  • kunna arbeiða sjálvstøðugt

Løn og setanartreytir

Starvið er lønt eftir sáttmála millum Starvsmannafelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya, lønarflokkur 2.

Umsókn

Skal sendast til vagur@vagur.fo saman við avritum av prógvum, arbeiðsroyndum, viðmælum o.ø í seinasta lagi 5. oktober 2020 klokkan 12.

Tú fært meira at vita um starvið við at venda tær til Jens Petur Brattalíð tlf 781000 ella Petry Joensen 733008.

Vágs kommuna

Facebook viðmerkingar