Á Mikkjalsmessu 29 september rundar ítróttarfelagið Hvistan í Suðuroynni 15 ár.
Tað vóru eldsálir, sum prátaðu saman um at stovna eitt felag fyri rørsluáhugað í Suðuroynni, og stovnaðu tá Rørslufelagið Hvistan. Hvistan merkir at kvika sær.
Seinastu árini hevur nógv verið gjørt við at fáa fleiri limir, og at fáa fleiri við í tilboðini um at gera rørslu til ein part av gerandisdegnum. Í verandi løtu eru 4 venjingar um vikuna, umframt heilsutúrar 14 hvønn dag, eins og skipað verður fyri m.a kirkjurenning og hálvmaraton. Gjøgnum árið er eisini nógv annað spennandi á skrá.
Nú Hvistan rundar tey 15 árini, verða fyriskipaðir heilsutúrar hetta vikuskiftið; leygardagin 3 oktober, og síðan verður móttøka bæði á Tvøroyri og í Vági.
Í Vági verður heilsutúrurin frá Hotel Bakkanum kl. 11.00 og á Tvøroyri frá Glasstovuni kl.13.00. Túrarnir eru skipaðir soleiðis, at øll kunnu luttaka til gongu, rennandi, súkklandi ella trillandi. Øll byrja samstundis á sama stað. Leiðin verður løgd, og vit røra okkum í 15 minuttir ein veg fyri síðani at venda og leggja leiðina heim aftur, har byrjað varð.
Tá komið er á mál, verður móttøka við kaffi, kaku, vatni og frukt. Eisini verður drigið lut millum allar luttakararnar um gávukort.
Facebook viðmerkingar