Í fíggjarlógaruppskotinum, sum varð lagt fram 30. sept. 2020 er Suðuroyartunnilin eisini umrøddur.
Í uppskotinum stendur: Arbeitt verður við at fyrireika Suðuroyartunnilin. Ymiskir møguleikar eru kannaðir fyri linjuføringar. Landsverk vísir á eina loysn, har tunnilin fer av Sandi yvir Skúvoy til Sandvíkar. Aðrar linjuføringar eru eisini umrøddar.
Jarðfeingi hevur gjørt eitt tilmæli til Landsverk um, hvørjar jarðfrøðiligar kanningar eiga at verða gjørdar fyri at hava eitt haldgott grundarlag fyri at fara undir verkætlanina. Jarðfrøðiligar kanningar eru gjørdar á landi.
Harumframt eru mátingar gjørdar av havbotninum allan vegin millum Sandoy og Skúvoy, umframt sunnanfyri Skúvoy og norðanfyri Suðuroy.
Tað eru játtaðar 5,0 mió. kr. til Suðuroyartunilin í 2020. Eingin játtan er í fíggjarlógini fyri 2021, men avlop á játtanini í 2020 á mettar 800 tús. kr. verður framflutt til at nýta í 2021. Hildið verður fram við at gera forkanningar og at fyrireika tunnilin.
Facebook viðmerkingar