Vágs kommuna: So eru nýggju gøtuljósini av Tríkantinum á Sandinum og inn í Líðina, heilt inn til býarskeltið innanfyri omankoyringina til Oyrarnar, tendraði.
Gomlu gøtuljósini eru skift við nýggj LED-ljós, og verða gomlu træ-lyktapelarnir nú tiknir niður.
Verkætlanin, sum Landsverk varir av, er gjørd sum liður í ferðslutrygdarætlanini, sum verður framd í samstarvi millum Vágs kommunu, Landsverk og Løgregluna.
Við nýggju LED-gøtuljósunum er farleiðin inn í Líðina vorðin munandi betri upplýst og hevur hetta eisini stóra ávirkan á ferðslutrygdina í økinum. Komandi ár verða eisini gjørd onnur átøk fyri at bøta um ferðslutrygdina inni í Líðini.
Leggjast kann afturat, at ferðslutrygdarætlanin sjálvsagt fevnir um alla kommununa og eru eisini ætlanir um fleiri átøk í 2018, og eru peningur eisini settir av til endamáli á fíggjarætlanini hjá Vágs kommunu.
Tað eru MR-EL og E-Grevstur, sum hava staðið fyri arbeiðinum fyri Landsverk.
Upptøkurnar niðanfyri gjørdi Niels Jacob Eysturberg.
So er betur ljós á sandinum
Slået op af Niels Jacob Eysturberg i Tirsdag den 19. december 2017
Facebook viðmerkingar