Nøkur lyklatøl úr Vágs kommunu

Nú kommunuvalið nærkast er eisini høvi at hyggja aftur á gongdina seinastu 8 árini. -Ein gongd, sum hevur verið merkt av einari jaligari broytingartíð í Vágs kommunu, og trúgvi eg, at tað er breið semja bæði í nærumhvørvinum og kring landið, at Vágs kommuna seinastu árini hevur verið og framvegis er í einari góðar gongd og í spennandi menning.

Fólkatalið
Tað eru fleiri tøl, sum kunnu brúkast til at siga eitt sindur um gongdina í einari kommunu, millum annað fólkatalið.

Í tíðarskeiðinum frá juni 2008 fram til september 2013 minkaði fólkatalið í Vágs kommunu við 113 fólkum, úr 1.409 niður í 1.296 fólk, ein minking á umleið 8%. Hetta er eisini tað lægsta fólkatalið hevur verið í Vágs kommunu í eini 90 ár.

Gongdin í fólkatalinum vendi tó í september 2013 og hevur gongdin síðani verið rættað vegin.

Serliga góð hevur gongdin verið seinasta hálva árið – bara síðani 1. august 2020 eru tað flutt umleið 40 fólk til Vágs – og vóru tað soleiðis við endan av september 1.390 fólk í Vágs kommunu. Talan er um ein fólkavøkstur á 7,3% síðani sept. 2013. Í sama tíðarskeiði er fólkatalið í Føroyum vaksið við umleið 10%, meðan fólkatalið í Suðuroynni hevur staðið í stað.


Inntøkugrundarlagið
Fíggjarliga grundarlagið undir føroysku kommununum eru serliga inntøkur frá persónsskatti og partafelagsskatti. Síðani 1. Jan. 2015 hava inntøkur frá eldraøkinum eisini verið týðandi partur av inntøkugrundarlagnum hjá kommununum.

Inntøkurnar í Vágs kommunu eru seinastu árini spakuliga kvinkaðar uppeftir, hóast vøksturin ikki kann samanberast við kommunurnar í norðara parti av landinum.

Inntøkurnar frá persónsskatti verða í 2020 væntandi góðar 46 mió. kr., ella 10 mió. kr. meiri enn í 2013. Partafelagsskatturin er vaksin nógv og er tað serliga orsaka av virkseminum hjá Bakkafrost. Í 2020 eru inntøkurnar frá partafelagsskatti 4,1 mió. kr. í mun til 1,0 mió. kr. í 2013.

Inntøkurnar í smb. við at eldraøkið er flutt til kommunurnar at umsita verða væntandi umleið 20 mió. kr. í 2020.

Skoytast kann uppí, at umframt inntøkur frá persónsskatti, partafelagsskatti og í smb. við eldraøkið, so hevur Vágs kommuna eisini aðrar inntøkur, sum ikki eru tiknar við í myndini omanfyri, m.a. frá Vágs Havn, har inntøkurnar í 2019 vóru góðar 2,1 mió. kr.

Samlaðu inntøkurnar hjá Vágs kommunu í 2020 verða sostatt væl omanfyri 70 mió. kr.

Inntøkur og skuld
Vágs kommuna hevur í fleiri áratíggju verið millum tær kommunurnar í landinum, sum hava størst nettoskuld. Í 2013 var nettoskuldin hjá Vágs kommunu uml. 45,4 mió. kr. (íroknað hesum eru lánini í smb. við ítróttarøkið á Eiðinum, sum Vágs kommuna yvirtók í 2015). Í 2013 var nettoskuldin nakað hægri enn inntøkurnar hjá kommununi vóru sama árið.

Í tíðarskeiðinum frá 2013 fram til 2018 minkaði nettoskuldin hjá Vágs kommunu úr umleið 45,4 mío. kr. niður í umleið 31,6 mió. kr. í 2018. Kommunan yvirtók í hesum tíðarskeiðinum allar ognirnar við ítróttarøkið á Eiðinum, hetta førdi við sær eina hækking í skuldini á 3,7 mió. kr., men hóast hetta minkaði nettoskuldin.

Í 2019 hækkaði nettoskuldin aftur, men er síðani aftur minkað, soleiðis at skuldin við árslok 2020 verður umleið 49 mió. kr.

Høvuðsorsøkin til at nettoskuldin hækkaði frá 2018 til 2019 er, at býráðið í februar 2019 einmælt samtykti, at Vágs kommuna skuldi yvirtaka Páls Høll og Marghøllina. Hetta førdi við sær eina øking í nettoskuldini á umleið 23,6 mió. kr. frá 2018 til 2019. Við hesum yvirtók Vágs kommuna eina nýggja marghøll við alskyns hentleikum og eina nýggja svimjihøll við alskyns møguleikum – og ein stór íløgu varð gjørd til frama fyri ítróttina, frítíðartilboðini og trivnaðin í nærumhvørvinum, samstundis sum talan er um týðandi hallir í ferðavinnuhøpi.

Til samanberingar er Tórshavnar kommuna farin undir ætlan um at byggja nýggjan svimjihyl/langhyl, har tilboðini ljóða uppá útvið 150 mió. kr., so Vágs kommuna hevur fingið nógv fyri pengarnar, tá Páls Høll og Marghøllin vórðu yvirtikin.

Samlaðu inntøkurnar hjá Vágs kommunu verða í 2020 væntandi umleið 70,3 mió. kr. Verður nettoskuldin (49,0 mió. kr.) sett upp í mun til inntøkurnar, so er nettoskuldin umleið 70% av árligu inntøkunum.

Í samband við kommunuskuld verður frá Landsins síðu arbeitt við hugtakinum “1 álíkningum”. Í stuttum merkir hetta, at nettoskuldin verður sett í mun til samlaðu persónsskatta-inntøkurnar hjá kommununi umroknaðar til eitt skattaprosent á 23,25% (inntøkurnar frá partafelagsskatti og eldraøkinum telja sostatt ikki við í hugtakinum “1 álíkning”. Út frá hesum var nettoskuldin hjá Vágs kommunu í 2013 hægri enn 1 álíkning.

Skoytast kann uppí, at tá Vágs kommuna yvirtók Páls Høll og Marghøllina varð eisini samtykt at gjalda meiri niður í skuld, og er kommunala skuldin goldin niður við 7,1 mió. kr. í 2019 og 2020 – og sæst hetta eisini í myndini omanfyri, har nettoskuldin við árslok 2020 væntandi verður undir 1 álíkning. Ætlanin er sjálvsagt at halda áfram við niðurgjalda skuld komandi árini.

Skuldin darvar ikki
Nettoskuldin hjá Vágs kommunu er í dag lutfalsliga høg, tá samanborið verður við aðrar kommunur í landinum, men skuldin darvar tó ikki møguleikunum hjá kommununi.

Peningur er tøkur til skjóta avgreiðslu av øllum rakstrarútreiðslum og eisini til at gera íløgur hvørt ár. Samstundis verður skuldin niðurgoldin ár um ár.

Neyv fíggjarstýring seinastu árini hevur eisini givið rúm fyri at lækka skattaprosentið og hækka barnafrádráttin til frama fyri okkum øll í kommununi.

Skattaprosent og barnafrádráttur
Í 2013 var skattaprosentið í Vágs kommunu 23,25% og barnafrádrátturin var 4.000 kr. fyri hvørt barn undir 18 ár.

Seinastu 7 árini hevur býráðið valt at lækka skattaprosentið ár um ár, soleiðis at tað nú er komið niður á 21,65%. Barnafrádrátturin er eisini hækkaður liðandi, soleiðis at hann nú er komin upp á 5.500 kr. Gongdin er víst í myndini niðanfyri.

Um skattaprosentið og barnafrádrátturin í 2020 var á sama støði sum í 2013, so høvdu borgarar í Vágs kommunu goldið út við 5,5 mió. kr. meiri í kommunuskatti í 2020, enn borgarar veruliga koma at gjalda í kommunuskatti í ár.

Lættin á 5,5 mió. kr. er ein lætti, sum hvørt húskið merkir, tí í miðal rindar hvørt húskið útvið 1.000 kr. minni í kommunuskatti um mánaðin í 2020 enn tey høvdu gjørt, um skattaprosentið og barnafrádrátturin var á sama støði sum í 2013.

-Og sjálvsagt eigur at verða hildið áfram við at lækka skattaprosentið og hækka barnafrádráttin komandi árini.

Samanumtikið
Verður tikið saman um nøkur av lyklatølunum fyri Vágs kommunu:

  • So er gongdin í fólkatalinum í Vágs kommunu vend og fólkatalið veksur aftur – tað er at gleðast um!
  • Skattainntøkurnar hjá kommununi kvinka uppeftir – eisini hóast munandi lækking í skattaprosentinum og at barnafrádrátturin er hækkaður !
  • Kommunuskuldin er í 2020 eitt sindur hægri enn hon var í 2013, men við árslok er nettoskuldin minkað við umleið 6 mió. kr. síðan 2019 og fer eisini komandi ár framhaldandi at minka.
  • Greitt er, at skuldin darvar ikki rakstrinum og íløgumøguleikunum. Hetta sæst eisini aftur í nærumhvørvinum, har tað eru sjónligir broytingar til tað betra mánað um mánað hvørt einasta ár, hetta ikki minst takkað verið sera dugnaligum starvsfólkum hjá kommununi.

Jú, Vágs kommuna er í einari góðari gongd og spennandi tíðir eru fyri framman.

Dennis Holm, borgarstjóri

Facebook viðmerkingar