Hannu Vang Løgtingsins umboðsmaður

Løgtingið hevur í dag valt Hannu Vang, rættsassessor við Føroya Rætt og fakligan leiðara við Fútarættin til Løgtingsins umboðsmann fyri árini 2021-2025.

Hanna er útbúgvin løgfrøðingur frá Universitetinum í Keypmannahavn í 2005. Frá 2005 til 2010 hevur hon starvast sum politifulltrúi/almennur ákæri, har hon eisini fekk advokattilnevning í 2010. Frá 2010 til 2012 hevur Hanna verið adjunktur í løgfrøði á Fróðskaparsetrinum. Í 2012 gjørdist hon dómarafulltrúi við Føroya Rætt, og síðani 2018 hevur hon starvast sum rættsassessor. Í tíðini 2015 til 2019 hevur Hanna eisini verið knýtt at Fasta Gerðarætti, lutvíst sum formaður men eisini sum dómari.

Hanna er 41 ára gomul, gift og eigur 2 børn. Hon tekur við embætinum 1. januar 2021.

Facebook viðmerkingar